Norrøna Felagið er eitt áhugafelag, sum varð stovnað tann 18. november 1951 við tí endamáli at styðja og økja um norðurlendskt samstarv saman við norrønu feløgunum í hinum Norðurlondunum. Stigtakari og fyrsti formaður var rithøvundurin Heðin Brú.

Stovningin

Tá Norrøna Felagið í Føroyum var stovnað, boðaði nevndin í felagnum hinum norrønu feløgunum frá. Her er svarið frá norska felagnum, sum formaðurin, Henning Bødtker, og skrivarin, Henry N. Bache, skrivaðu undir. Dagin fyri sendi norska felagið føroyska felagnum eitt telegramm.

Norrøna Felagið í Føroyum
V/forfatteren Hedin Brú
Tórshavn

Vi takker for Deres brev av 23.f.m. og bekrefter herved vårt telegram av i går:
"Norsk Norden takker for meldingen og hilser den nye forening velkommen i samarbejdet.
Bødtker      Bache"

Det er med stor glede at den norske forening har mottat meddelelsen om at det er blitt stiftet en forening Norden på Færøyene, og uttaler håbet om at det nordiske samarbejdet gjennom den nye forening vil få utbredt tilslutning med lokallag over hele Færøyene. 

Norðurlendskt felag í Føroyum stovnað sunnudagin í Havn

Úr Dimmalætting 21. november 1951

Á fundi í Sjónleikarhúsinum í Havn sunnudagin varð stovnað norðurlendskt felag í Føroyum - føroysk deild av feløgunum "Norden", ið finnast í øllum norðanlondum, og sum til endamáls hava at virka fyri samvinnu millum Norðanlond.

279 limir høvdu teknað seg til stovningina av "Norrøna felagnum í Føroyum", og á fundinum vórðu lógir fyri felagið samtyktar og stjórn vald.
Í stjórnini komu: Frú Sofie Petersen, H.J. Jacobsen, Th. Nygaard, Chr. Lützen og Sverre Dahl.
Til tiltakslimir vórðu valdir: Frk. Torgerð Mohr, Z. Sørensen, Joen A. Rasmussen, J. Joensen og Martin Holm. Sum roknskapargrannskoðarar: Leivur Lützen og Tóri Dalsgaard.

Fyrsti aðalfundur verður hildin í februar 1953. Ætlanin er at fáa bygdirnar at stovna norrønar deildir, ið kunnu fara upp í landsfelagið.

  

Forkvinnur/formenn í felagnum

 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
2006
Eyrith Guttesen Leyni
2008
Hallstein Sigurðsson
2014
Turid Christophersen
2022
Torbjörn Nyström

  

  

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.