Skráset teg
Rita inn
  • Tíðindi
      • Back
      • Nýggjastu tíðindi
      • Evnisyvirlit
      • Greinasavn / Arkiv
      • Leita
  • Virksemi
      • Back
      • Virksemi
      • Tiltøk
      • Nordjobb
      • Norden i Skolen
      • Norðurlendska bókmentavikan
      • Ráðgevandi nevndin fyri Norðulandahúsið
  • Um felagið
      • Back
      • Um Norrøna Felagið
      • Nevndin í Norrøna Felagnum
      • Lógin fyri Norrøna Felagið
      • Søga felagsins
      • Norrønu feløgini
      • Meginfelag Norrønu Felaganna - FNF
      • Set teg í samband við okkum
      • Um Norðurlandaráðið
      • Um Útnorðurráðið
      • Back
      • Rita inn
      • Melda til sigling 19.juli 2025
      • Gerst limur
      • Myndir
  1. Heim
  2. Limir
  3. Myndir
  4. Norðurlandaráðsfund í Oslo 2018
  • Stefan Löfven, virkandi svenskur forsætisráðharri, heilsar upp á vinnararnar av skrivikappingini.
    2018 11 01 2018 11 01
    2018 11 01
    Stefan Löfven, virkandi svenskur forsætisráðharri, heilsar upp á vinnararnar av skrivikappingini.
  • 2018 11 01 2018 11 01
    2018 11 01
  • Stásiligi konsertsalurin í Operuni, Oslo.
    2018 11 01 2018 11 01
    2018 11 01
    Stásiligi konsertsalurin í Operuni, Oslo.
  • Theresa May heldur røðu í Stórtinginum, Oslo.
    2018 11 01 2018 11 01
    2018 11 01
    Theresa May heldur røðu í Stórtinginum, Oslo.
  • Niels Jákup Thomsen frá Bókadeild Føroya Lærarafelags við vinninginum fyri Barna- og ungdómsbókmentir, sum Bárður Oskarsson vann.
    2018 11 01 2018 11 01
    2018 11 01
    Niels Jákup Thomsen frá Bókadeild Føroya Lærarafelags við vinninginum fyri Barna- og ungdómsbókmentir, sum Bárður Oskarsson vann.
  • Vinnararnir av skrivikappingini heilsa upp á norsku Foreningen Norden og Espen Stedje.
    2018 11 01 2018 11 01
    2018 11 01
    Vinnararnir av skrivikappingini heilsa upp á norsku Foreningen Norden og Espen Stedje.
  • Framman fyri Stórtingið, Oslo.
    2018 11 01 2018 11 01
    2018 11 01
    Framman fyri Stórtingið, Oslo.
  • 2018 11 01
  • 2018 11 01
  • 2018 11 01
  • 2018 11 01
  • 2018 11 01
  • 2018 11 01
  • 2018 11 01
    Views
    /7
    • 2018 11 01
    • 2018 11 01
    • 2018 11 01
    • 2018 11 01
    • 2018 11 01
    • 2018 11 01
    • 2018 11 01

    Á norðurlandaráðsfundi í Oslo

    Forkvinnan og skrivarin vóru í døgunum 29. oktober til 1. november í norska høvuðsstaðnum Oslo, har Norðurlandaráðið var savnað til sín 70. ársfund.

    Sum altíð verður formansfundurin í FNF lagdur í samband við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum, og hesaferð varð fundurin hildin fyrrapartin týsdagin áðrenn Norðurlandaráðið varð sett seinnapartin.

    Kvøldið fyri vitjaðu vit á stásiliga harragarðinum, sum norska norrøna felagið eigur í útjaðaranum av Oslo – Abbediengen – har felagið var vertur fyri einum døgurða.

    Norden 100 ár

    Á formansfundinum var millum annað fíggjarætlan á skránni, men annars var mesta tíðin brúkt upp á at tosa um og fyrireika hátíðarhaldið komandi ár, tá hundrað ár eru liðin síðan norrøna rørslan byrjaði. Tað var í 1919, at Norden-feløgini í Danmark, Noregi og Svøríki vórðu stovnað.

    100 árið verður hátíðarhildið serliga í hesum trimum londunum, og stóra tiltakið verður 15. apríl í Keypmannahavn, á sjálvum ársdegnum hjá danska felagnum. Dagurin verður hildin við eini politiskari ráðstevnu á Christiansborg fyrrapartin við luttøku av fleiri norðurlendskum forsætisráðharrum og politikarum. Evnið á ráðstevnuni verður Norðurlond og heimsmálini fyri burðardyggari framtíð hjá ST.

    Um kvøldið verður eitt stórsligið ’show’ í stóra konsertsalinum hjá Danmarks Radio við luttøku av Margretu drotning, ið er verji hjá danska norrøna feløgunum, og møguliga eisini øðrum kongaligum gestum.

    Ætlanin er, at tiltakið verður sent á eini av rásunum hjá Danmarks Radio, og ynskiligt er, at eisini public service støðirnar í hinum londunum samsenda. Danska felagið hevur fingið fígging til tiltakið, og ætlanin er av bjóða norðurlendskum listafólkum í heimsflokki at luttaka á tiltakinum, har tað verður tónleikurin, sum verður í hásæti.

    Fleiri onnur tiltøk verða eisini hildin runt um í Norðurlondum fyri at markera, at Norden-rørslan fyllir hundrað ár.

    Eitt nú verður eitt tiltak í september, har ætlanin er at fáa fleiri túsund norðurlendingar at syngja norðurlendskar sangir saman. Ein kórleiðari skal sláa tónan á einum tiltaki í Aarhus, og so skulu sangarar úr øllum longunum kunna fylgja við, og taka undir við sanginum.

    Brexit og Norðurlandaráðið

    Gestarøðari á sjálvum ársfundinum í norska stórtinginum var bretski forsætisráðharrin, Theresa May, ið var komin til Noregs at greiða norðurlendsku politikarunum frá støðuni, nú Bretland er á veg út úr evropeiska samstarvinum.

    Theresa May legði dent á, at hetta ikki broytir nakað við viðurskiftini millum Bretland og Norðurlond, og at Bretland er sera áhugað í at halda fram við góða samstarvinum.

    Ógsuvligu trygdartiltøkini, sum vórðu sett í verk í sambandi við hesa týðandi vitjan, setti sín dám á fundin í Norðurlandaráðnum hesaferð. Ongi mál av serligum áhuga fyri Føroyar vóru á skránni hesaferð. Meiningin var annars, at spurningurin um sjálvstøðugan føroyskan limaskap skuldi takast upp. Spurningurin varð útsettur í eitt ár á fundinum í Helsingfors í 2017, men av tí, at føroyingar og danir ikki eru komnir til eina semju í hesum málinum, kom tað heldur ikki á skrá fyri Norðurlandaráðsfundin í ár.

    Føroyskir vinnarar

    Hinvegin høvdu fingu vit ein føroyskan vinnara, tá mentanarvirðislønirnar vórðu handaðar í stásiliga operabygninginum um kvøldið. Norðurlendska heiðurslønin fyri barna- og ungdómsbókmentir fór til dugnaliga teknaran og rithøvundan Bárð Oskarsson fyri bókina Træið, sum eisini vann tilsvarandi heiðurslønina hjá Útnorðurráðnum fyrr í ár.

    Vit høvdu eisini ein annan vinnara. Tað var 15 ára gamla Fríðunn Bolstad Mortensen, sum var ein av trimum vinnarum í eini skrivikapping, sum norska norrøna felagið skipaði fyri saman við stórtinginum.

    Fríðunn varð boðin til Oslo í hesum sambandi, og hon fekk høvi at vitja í Stórtinginum, luttaka á eini samkomu, sum Foreningen Norden skipaði fyri, og fekk eisini høvi at heilsa upp á norska og svenska forsætisráðharran – óiva eitt stórt upplivilsi fyri tey øll.

    Vit í Norrøna Felagnum í Føroyum fingu eisini ríkt høvi at tosa við týðandi persónar úr bæði Føroyum og útlondum, sum vit kunnu fáa gagn av í virkseminum frameftir.

    Norrøna Felagið
    Lützenstrøð 4
    FO-100 Tórshavn
    Føroyar

    +298  21 79 99
    norden@norden.fo

    Rita inn

    • Gloymt loyniorðið?
    • Skráset brúkara
    Upp
    © 2025 - Norrøna Felagið