OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Aðalfundurin hjá Norrøna Felagnum í Føroyum verður hildin í Norðurlandahúsinum sjálvan Norðurlandadagin 23. mars kl. 18.00

Skrá sambært viðtøkum felagsins:

  1. Ársfrásøgn og framtíðarætlan
  2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
  3. Val av stjórn og 2 tiltakslimum
    (Stjórnarlimirnir Eyrith Guttesen Leyni, Eyðun Húsgarð og Margreta Næss standa fyri vali)
  4. Val av grannskoðara og tiltaksgrannskoðara
  5. Ásetan av limagjaldi
  6. Ymist
    (Mál, ið koma undir pkt. 6, skulu vera stjórnini í hendi skrivliga 8 dagar undan aðalfundi)

Eftir aðalfundin verður útnorðurkonsert við Rasmus Lyberth og Hanus G. Johansen.
Limir í Norrøna Felagnum kunnu keypa atgongumerki fyri 100 krónur við at flyta peningin á bankakonto hjá felagnum (Bank Nordik 6460-153.224.5 ).
Í mesta lagi tvey atgongumerki pr. lim.
Seinasta freist at keypa á henda hátt er fríggjadagin 18. mars.

Annars fáast atgongumerki til keyps fyri 150 krónur í Norðurlandahúsinum - nlh.fo