OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Limir í Norrøna Felagnum í Føroyum hava nú aftur møguleika at luttaka á høvuðsstaðarstevnu, sum í ár verður hildin í Reykjavík í døgunum 28. september til 2. oktober 2022.

Luttøkugjaldið er 285 evrur fyri hvønn, og í gjaldinum er umframt útferðir, ráðstevna og fundir eisini stórt hátíðarhald og veitsla, í sambandi við at Norræna félagið í Íslandi verður 100 ár í ár.

Limir tekna seg sjálvir til innan 1. september á norden.is/huvustadsmote, men teir skulu eisini boða Norrøna Felagnum frá á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it., tí luttøkugjaldið skal rindast til felagið, sum síðan flytir samlaðu upphæddina til fyrireikandi felagið.

Luttakarar syrgja sjálvi fyri at bíleggja ferð og gisting. Fleiri upplýsingar um gistingarmøguleikar og annað fáast við at venda sær til felagið.

Skráin kann takast niður her: 
Program Hovedstadsmøde 2022 Reykjavik