OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Sunnukvøldið 28.juni 2009 kl.20.00 verður høvi hjá limum Norrøna Felagsins at hitta fólk úr Eslöv í Svøríki og Århus í Danmark. Tað verður í Norðurlandahúsinum.

37 fólk úr Eslöv og 27 úr Århus koma til Føroya at ferðast síðst í juni. Hetta eru fólk í Norrønu feløgunum har, og tí átti at verið hugaligt hjá føroyskum nordistum at hitt tey.

Havnar Dansifelag fer at dansa í Norðurlandahúsinum hetta kvøldið, so gestirnir sleppa at uppliva føroyska dansin.