OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Stórur áhugi var fyri søguliga fyrilestrinum, sum Norrøna Felagið skipaði fyri í Norðurlandahúsinum týskvøldið 11. februar 2014.

Minst 150 fólk upplivdu fyrilesturin við norska søgugranskaranum Bård Frydenlund, sum livandi greiddi frá politisku rembingunum, sum hendu í Norðurlondum í tíðini eftir at friðarsáttmálin varð undirskrivaður í týska býnum Kiel í januar 1818.

Heri Á Simonsen, nevndarlimur í Norrøna Felagnum tók fyrilesturin upp á video, og hevur fingið loyvi at almannakunngera hann.
Fyrilesturin við Bård Frydenlund kann síggjast her

Myndir