Norrøna Felagið í Føroyum kallar limirnar til aðalfundar mikudagin 3. apríl 2024 kl. 19.00, í Norðurlandahúsinum, Norðari Ringvegur 14, Tórshavn.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Val av tveimum nevndarlimum og tiltakslimum. Bert limir, ið møta á aðalfundi, hava atkvøðurætt.
Landsstýrismaðurin í norðurlandamálum Bjarni K. Petersen luttekur við innleggi um hvørjar ætlanir landsstýrið hevur við norðurlendska samstarvinum.
Eftir aðalfundurin bjóðar felagið ábit.
Heitt verður á allar limir okkara um at møta fjølment mikudagin 3. apríl 2024 kl. 19.00.
Fundarskrá
Fundarskrá á aðalfundi er:
- Ársfrásøgn og framtíðarætlan
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi
- Val av stjórn og 2 tiltakslimun
- Val av grannskoðara og tiltaksgrannskoðara
- Ásetan av limagjaldið
- Ymist
Uppskot er komið til aðalfundin, at nevndin kann kalla til aðalfund við at lýsa til aðalfund á heimasíðu felagsins og senda teldupost til limir felagsins.