Hátíðarhald í sambandi við at Norrøna Felagið fyllir 75 ár.
Fríggjadagur, tann 9. oktobur kl 19:30 til 21:30, Aulan í Finsen.
Tiltakið “Áland, sum tað er”
Moderator: Maiken Englund Poulsen, forkvinna í Norrøna Felagnum í Álandi
Torbjörn Nyström, formaður fyri Norrøna Felagnum innleiðir
Tveir kendir álendingar við hollari vitan um Áland og fólki har býr greiða frá um Áland og álendingar. Um politisk, fíggjarlig og samfelagslig viðurskifti, um hvussu vanligi álendingurin hevur tað og hvat álendingurin hugsar um sína framtíð.
Álendingarnir eru:
- Bjarne Lindström fyrrv. stjóri Hagstovuna í Álandi og granskari, og
- Jan-Erik Berglund, blaðmaður og sjónleikari.
Millum annað verður álendski «tjóðsangurin» «Ålendingarnes sang» at hoyra.
Tiltakið er okeypis og alment.