Røðan Høgni Djurhuus, skrivari,
helt á 50 ára haldinum
Norðurlendska samstarvið er bara pappír, kaffidrykkja, døgurðar við knívi og gafli, prát, ball, náttarvaktir, lobbyvirksemi í forhøllunum, men mest aðrastaðni, helst í skúmaskotum, og meira pappír. Tað siga fólk, sum ikki halda, at vit hava brúk fyri norðurlendskum samstarvi, og at vit fáa einki burtur úr tí - uttan tey, sum hava fingið annan fótin ella báðar tveir inn um. Íðan, og hvat so? Pappír er hent hjá okkum, sum ikki minnist alt. Kaffi er stimbrandi. Tað er strævið at fundast. Eingin orsøk er til at leypa um døgurðan, hóast ikki liggur fyri at fara til hús at eta hann bara við gafli ella við felliknívi.
Tungur er tigandi róður. Í ballunum verða gerðarbøkurnar staðfestar og sterkastu vinarbondini knýtt. Á náttarvaktum verða tey klókastu orðini søgd. Og tær dyggastu avtalurnar gjørdar. Gamaní er nakað nógv pappir viðhvørt, men í Svøríki og Finnlandi er nógvur skógur, so tað er eingin neyð. (Fer tað ikki út um allar geilar her norðuri, kann eg, millum okkum sagt, upplýsa, at tá eg var á einum norðurlendskum fakfelagspamparafundi í summar, var taskan nøkur kilo tyngri á heimferðini enn hon var á útferðini. Og minst eitt kilo ov tung. Tá eg kom heim og fór at skilja alt pappírið, hevði eg fýra, fimm ella seks eintøk av ymiskum yvirlysingum og fundarskráum. Eg tók tey ikki har á kongressini uttan fyri Stokkhólm. Eg fekk tey...).
Fundir við dagsskrá og pennum og blokkum og vatni á borðunum og simultantolking eru eitt alibi fyri at hittast. Tí alt tað, sum hendir fyri fundirnar, í fundarsteðginum, eftir fundirnar og millum fundirnar, tann sosiala samveran, sum hitarúmini og útferðirnar eita formelt, er ryggurin og drívmegin í norðurlendska samstarvinum. Men uttan fundirnar er Iíka sum einki at krøkja sosialu samveruna uppí.
Norðurlendska samstarvið trívist væl í Føroyum. Tí kunnu vit takka ikki minst Norrøna felagnum fyri. Felagnum, sum nú hevur verið til í fimmti ár. Tillukku og nógvar ferðir góð fimmti afturat!
Høgni Djurhuus,
skrivari hjá Norrøna Felagnum