OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Norrøna Felagið og Norrøna Ungmannafelag Føroya verða við á Fólkafundinum, sum verður í fimleikahøllini Bylgjuni í Runavík fríggjadagin og leygardagin 19. og 20. septembur 2014.

Á básinum fara limir í feløgunum at greiða áhugaðum fólki frá arbeiðinum, sum vit gera í feløgunum og um samstarvið millum norðurlendsku londini, sum vit ynskja at styrkja.

Limir eru meira enn hjartaliga vælkomnir at vitja básin, sum er nummar 37.

Myndir