At uppliva og gerast partur av einum spennandi og mennandi altjóða undirvísingarumhvørvi! Ja, so hevur tú møguleika at søkja um upptøku á United World College í Dali, sum liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen.
United World College Red Cross Nordic (UWC RCN) bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi at taka eitt altjóða studentsprógv, kallað IB (International Baccalaureate) á einum altjóða studentaskúla í Dale í Noregi. Treytin fyri at søkja er, at tú á sumri 2024 hevur lokið fyrsta árið í eini 3 ára gymnasialari miðnámsútbúgving.
IB (International Baccalaureate) er ein altjóða gymnasial miðnámsútbúgving, ið tekur 2 ár. Eitt IB prógv gevur somu rættindi innan hægri framhaldslestur, t.e universitet og líknandi, sum eitt føroyskt studentsprógv.
Endamálið hjá UWC RCN-skúlanum er at virka fyri altóða friði og burðadyggari framtíð. Hetta verður m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 80 ymiskum londum búgva og lesa saman í skúlanum.
Studni rindar fyri innivist
Studni rindar skúlagjald umframt gjald fyri innivist í skúlanum. Hetta merkir, at umsøkjari ikki samstundis fær stuðul frá Studna sum útibúgvandi.
Ferð aftur og fram millum skúlan og Føroyar verður goldin sambært galdandi reglum hjá Studna. Upphæddin er í 2024 kr. 3.100.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um skúlan fært tú við at venda tær til formannin í UWC Føroyar, Claus Reistrup, á telefon 55 50 37 ella til lestrarvegleiðingina í skúlanum, har tú gongur. Tú kanst eisini finna fleiri upplýsingar um skúlan í Noregi á hesi heimasíðuni: uwcrcn.no
Upplýsingar um skúlan eru eisini at finna á Facebook
Umsókn
Umsókn um upptøku á UWC RCN, avrit av seinastu støðumetunum saman við einari frágreiðing um teg sjálva/n, ið skal skrivast í umsóknarblaðinum, skulu umvegis teldupost sendast
Upptøkusamrøður við umsøkjararnar verða hósdagin 7. mars 2024, kl 16 í Tórshavn.
Fráboðan um staðið verður send umsøkjarunum.
Umsóknarblað
Umsóknarblaðið um upptøku á UWC RCN er eisini at finna hjá :
- Vegleiðingarstovuni vegleiding.fo
- Reyða Krossi reydikrossur.fo
- Undirvísingarstýrið undirvising.fo og
- og Norrøna Felagnum í Føroyum.