OBS !!

Í greinasavninum kanst tú lesa gamlar greinir.
Ein gomul grein er ikki longur aktuellur.

Norrøna Felagið sóknast eftir skrivari við sera góð samskiftisevnir og sum dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

Starvslýsing skrivari til Norrøna Felagið

Hevur tú hug at virka fyri betri og størri norðurlendskum samstarvi? Norrøna Felagið sóknast eftir skrivari við sera góð samskiftisevnir og sum dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

Um teg

Vit vænta, at tú hevur gott innlit í samfelagsviðurskifti, hevur góð samstarvsevnir, ert ágrýtin og fleksibul. Týdningarmikið er, at tú dugir væl at orða teg bæði skrivliga og munnliga á føroyskum, norðurlendskum og enskum, og at framleiða skrivligt tilfar, m.a. tíðindaskriv og greinar til heimasíðan.

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir, og góðan kunnleika til norðurlendskt samstarv.

Um starvið

Talan er um halvtíðarstarv við starvsstaði í Tórshavn. Arbeiðsuppgávurnar eru sera fjølbroyttar og fevna m.a. um samskipan av gerandisarbeiðnum hjá felagnum, at hjálpa til við at skipa fyri tiltøkum og at kunna um norðurlendska samstarvið á ymsan hátt. Eisini skalt tú skriva fundarfrásagnir og verða nevndini til hjálpar. Roknast skal við nakað av ferðing í sambandi við samstarvsfundir og tiltøk í øðrum londum.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Setanarviðurskifti

Starvið verður lønt sambært avtalu. Roknast kann við, at arbeiðstíðin til tíðir kann fella uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Meira at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Torbjörn á telefon  56 14 01

Umsókn saman við lívsrensli, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. skjótast gjørligt.

Norrøna Felagið í Føroyum
Lützenstrøð 4
100 Tórshavn
- - -
+298 217999
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.