OBS !!

Í farin tiltøk kanst tú lesa farnar tiltøk.
Farin tiltøk er ikki longu aktuell.

Melda til

Avmarkað pláss eru. Neyðugt er at melda til túrin. Tað gert tú her

Bara tvinnar sluppir eru eftir av teimum meira enn 100 sluppunum, føroyingar keyptu úr Stóra Bretlandi frá 1870–unum og fram. Onnur er Johanna í Vági við havnakenningartekni TG 326, og hin er Westward Ho í Tórshavn við havnakenningartekni TN 54.

Túrurin er fyri limir í Norrøna Felagnum, kostnaðurin er kr. 250 fyri hvønn, og verður fluttur á kontu 6460 1532245 í Føroya Banka. Minst til at viðmerkja navn. Børn 15 ár og yngri sleppa ókeypis við.
Um tað ikki viðrar, verður túrurin 9. august í staðin.

Norrøna Felagið bjóðar okkurt til matna og drekka á túrinum. Vit enda umleið kl. 18:00.

Dagfesting:
Leygardagin 19. juli 2025
Stað:
Høgakai, Skálatrøð, Tórshavn.
Klokkan:
10:00

Nærri kunning kemur seinni. Fylgið við her á síðuni ella á okkara facebooksíðu.

Ikki lim/ur?

Til ber hjá ikki-limum at koma við. Tá er tað bara at melda seg sum lim, íð kostar kr. 200 um árið umframt at gjalda fyri sjálvan túrin.
Tú kanst skrásetta teg sum lim her

 

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.