Í døgunum 4. og 5. oktober er Norrøna felagið við á Fólkafundinum í Bylgjuni í Runavík. Vit bjóða til eitt «sofaprát». Prátið fer at snúgva seg um viðurskifti Føroya við útheimin: “ONKI UM OKKUM – UTTAN OKKUM!”
Luttakararnir leygardagin 5 .oktober kl 15:00 verða:
- Aksel V. Johannesen, løgmaður
- Bjarni K. Petersen, ráðharri í Norðurlandamálum
- Erling Eidesgaard, løgtingsmaður og limur í norðurlandaráðnum
- Johan Dahl, løgtingsmaður og limur í norðurlandaráðnum
Rógvi Olavson skipar fyri.
FØROYAR YNSKJA víðkaðar uttanríkispolitiskar heimildir, soleiðis at Føroyar kunnu gerast limir í týdningarmiklum altjóða felagsskapum so sum WTO og Norðurlandaráðnum. Tað er samband millum landsstýrið og donsku stjørnuna um hetta mál.
NÝTT FOKUS er á Ríkisfelagsskapurin millum Grønland, Føroyar og Danmark, sum av fleiri týdningarmiklum persónur verður mettur at hava yvirlivað seg sjálvan og eigur at broytast. Granskarar á Setrinum hava gjørt uppskot um broytingar, sum kunnu gerast innan fyri karmin av ríkisfelagsskapinum og sambandsflokkurin hevur melda út um nýmótansgerð av ríkisfelagsskapinum.
Í SAMBANDI VIÐ at Helsingforsavtalan verður endurskoðað, hevur ein arbeiðsbólkur bólkur viðgjørt ynski Føroya um limaskap og er komið við tilmæli um hetta. Grønland hevur melda út at Grønland ikki longur luttekur á ráðharrastigi í Norðurlendska samstarvinum, tá tey ikki vóru boðin við í orðaskifti um trygdarpolitiskar spurningar í Arktis. “Onki um okkum uttan okkum” segði Muté Egede sum argument fyri teirra avgerð! Ráðharraráðið hevur eina visión um at Norðurlond skulu gerast mest integreraða región í heiminum í 2030. Tað eru mong sum ivast í hvussu væl tað gongur við hesi integratión.
HETTA SAMAN VIÐ fleiri øðrum útmeldingum og viðurskiftum ger, at tað koma nakrar rembingar í Føroya støðu mótvegis útheiminum um ikki so langa tíð. Tað eru fleiri bóltar í luftini, sum á ein ella annan hátt eru bundnir saman og treytað hvønn annan onkursvegna.
ÆTLANIN ER AT fáa eitt orðaskifti - eitt perspektiverandi sofaprát - um tey scenariuni, luttakarnir síggja frammanfyri sær beint nú.
- Hvørjar avleiðingar fyri ríkisfelagsskapin fær tað, um samráðingarnar um víðkaðar uttanríkispolitiskar heimildir ikki føra við sær limaskap í WTO?
- Hvørjar avleiðingar fær tað fyri føroyska luttøku í norðurlendska samstarvinum um Føroyar ikki fáa fullan limaskap ella ein avmarkaðan limaskap í Norðurlandaráðnum?
- Hvussu langt kann og skal tann norðurlendska integratiónin á stjórnarstigi fara? Er “forbundsstaturin” framvegis á skránni?