OBS !!

Í farin tiltøk kanst tú lesa farnar tiltøk.
Farin tiltøk er ikki longu aktuell.

Norrøna Felagið í Føroyum fær stórfingna, áhugaverda og skemtiliga vitjan úr Íslandi í heyst. Í gaman og álvara koma tey trý at greiða frá og undirhalda okkum um íslendingin, sum hann er og hevur tað í dag.

Stórfingin, áhugaverd, forvitnislig og skemtilig vitjan úr Íslandi 13. september. Katrín Jakobsdóttir, fyrrverandi forsætisráðharri og mentamálaráðharri í Íslandi vitjar Norrøna felagið saman við formanninum í islendska Norrøna felagnum og ADHD felagnum Hrannar Arnarsson og Jógvani Hansen, skemtara og tónleikara, eisini kendur sum ”føroyingurin í Reykjavík”.

Í gaman og álvara koma tey trý at greiða frá og undirhalda okkum um Ísland og íslendingin, sum hann er og hevur tað í dag. Vit verða kunnaði um avbjóðingar tey ungu og eldri hava í íslendska vælferðarsamfelagnum. Vit koma at hoyra um íslendska mentan og list og um politikk og búskap. Og ikki minst um hvørjar væntanir íslendska fólkið hevur til sína framtíð.

Tiltakið verður i Skálanum í Norðurlandahúsinum leygardagin 13. september 2025 kl. 14:00 til umleið 17:00.

Tiltakið er alment og meldað verður til sum tilskilað niðanfyri:

1. LIMIR
Hevur tú goldið limagjaldið fyri 2025 skalt tú gjalda kr. 100 inn á konto felagsins í Føroya banka 6460 1532245. Minst til í boðum til móttararan at skriva "Ísland" og navnið á tí, sum er meldaður til.

2. IKKI LIMIR
Ert tú ikki limur ella hevur ikki goldið limagjaldið fyri 2025 skalt tú gjalda kr. 220 inn á konto felagsins í Føroya banka 6460 1532245. Minst til í boðum til móttararan at skriva "Ísland" og navnið á tí, sum er meldaður til.

 

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.