OBS !!

Í farin tiltøk kanst tú lesa farnar tiltøk.
Farin tiltøk er ikki longu aktuell.

Tiltakið er avlýst

Vegna forfall verður norðurlendski jólahugnin avlýstur, sum annars var lýstur at verða í Reinsarínum 30. november.

Vit venda sterkt aftur um eitt ár.

 

Leygardagin 30. novembur 2024 skipar Norrøna Felagið saman við norðurlendingum í Føroyum aftur fyri eini norðurlendskari jólahugnaløtu í Reinsarínum í Tórsgøtu.

Tað verður angin og smakkurin av norðurlendskum jólum, ið verða sett í hásæti. Frá klokkan 11 til 15 fara herbúgvandi finnar, sviar, danir, norðmenn, íslendingar og grønlendingar at royna at fáa tað at anga av jólum, sum tey minnast tað frá heimlandinum. Fleiri smakkiroyndir við tilsipingum til norðurlendsk jól verða eisini at fáa. So um tú kundi hugsa tær at smakka grønlendskar palaannguit, finska julskinka, svenskar lusekatter, norsk jólakræmarhús ella íslendskt hangikjöt, so er Reinsaríið kanska eina vitjan vert.

Hugnaligur norðurlendskur jólatónleikur verður í hátalarunum, kaffi og annað gott er hitað og so hava børnini møguleika fyri at senda eina jólaheilsan við -ynskjum til jólamannin í Grønlandi. Vit syrgja fyri, at heilsanirnar koma fram á rætt stað í góðari tíð undan jólum.

Tiltakið í Reinsarínum er fyri øll, og tað er ókeypis.

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.