Boðið verður til NORÐURMÓT í Reinsarínum, Tórshavn, mánadagin 6. januar 2025 kl 15:00 – 18:00
Øll, sum eru virkin í norðurlendskum samstarvi og limir í Norrøna felagnum, eru boðin við á fundin. Norrøna felagið bjóðar okkurt leskandi og snacks.
Norðurmótið 2025
Á triðja sinni skipar Norrøna felagið fyri Norðurmótinum, sum verður 6. januar 2025. Norðurmótið er tiltakið, har felagsins limir og øll tey, sum arbeiða við og hava áhuga í norðurlendskum samstarvið verða kunnað um tað, sum gongur fyri seg í Norðurlandsráðnum, Ráðharraráðnum, Ungdómsins norðurlandaráð og eisini í Útnorðurráðnum.
Tað verða lyklapersónar, sum hava sentralan leiklut í norðurlendska arbeiðnum, sum koma at greiða frá tí, sum er komið burturúr í 2024 og tí, sum kan væntast av 2025. Millum onnur Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandsráðnum, Bjarni K. Petersen, samstarvsráðharri, Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri og fleiri.
Í sambandi við at Helsingforssáttmálin verður endurskoðað, verður skipað fyri einari samrøðu millum Høgna Hoydal, uttanríkisráðharra og Rógva Olavson samfelagsfrøðing um hvørja framtíð norðurlendska samstarvið mest sannlíkt fær og hvat hetta merkir fyri Føroyar.
Skrá
15:00
Vælkomin
- Torbjörn Nyström, formaður fyri Norrøna Felagið
15:10
Samstarvið í Norðurlandaráðnum:
- Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum
- Jóhan Dahl, limur í Norðurlandaráðnum
- Erling Eidisgaard, limur í Norðurlandaráðnum
16:00
Samstarvið í Ungdómsins Norðurlandaráð
- Jóhannis Erlendsson, limir í UNR præsidium
16:15
Samstarvið í Útnorðurráðnum
- Henrik Old, limur í føroysku sendinevndini
16:30
Samrøða um framtíðina hjá norðurlendska samstarvinum
- Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri
- Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur
17:00
Samstarvið í Norðurlendska Ráðharraráðnum
- Bjarni Kárason Petersen, samstarvsráðharri
- Gunvør Balle, limur í nordisk samarbejdskomité (NSK)
17:30
Nýtt fra sektorunum
- Nicolai Mohr Balle,
Talgildu Føroyar: «Identity matching» - Tróndur Leivsson,
Nordisk Genbank - Annika Sølvará,
Nordforsk - Jørgen Meitilberg,
Málkunngerðin 2024 - Halla Nolsøe Poulsen,
Nýtt og gott frá NORA - Sjúrður Hammer,
Nýtt frá umhvørvissamstarvinum - Ásmundur Guðjónsson,
Norrøna felagið í 2025
Norrøna felagið bjóðar okkurt leskandi og snacks.
Lesið eisini um NORÐURMÓT 2025 á Facebook