Boðið verður aftur til NORÐURMÓT í Reinsarínum í Havn, hósdagin 8. januar 2026 kl. 16:00.
Øll, sum eru áhugað ella virkin í norðurlendskum samstarvi og limir í Norrøna felagnum, eru boðin við á fundin. Norrøna felagið bjóðar okkurt leskandi og snacks.
Á hesum fjórða sinni, sum Norrøna felagið skipar fyri Norðurmótinum, spyrja vit millum annað:
- Hvørja niðurstøðu er finski juraprofessarin, Elina Pirjatanniemi, komin til viðvíkjandi føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum?
- Hvat vilja Føroyar við formannskapinum í Norðulendska ráðharraráðnum í 2026?
- Hvat vilja Føroyar við sessinum í Norðurlandaráðsins præsidium?
- Hvussu gongur við markaforðingum millum norðurlond?
Alt hetta og mangt annað áhugavert verður at hoyra um í Norðurmótinum hósdagin 8. januar kl. 16:00 í Reinsarínum í Havn.