BÓKADAGAR 2024: Rithøvundasamrøða
Í ár vitjar heimskendi rithøvundurin Jon Fosse Bókadagar. Dorit Hansen, ritstjóri á mentanarritinum Varðanum, hevur samrøðuna við hann.
Norðurlandahúsið skipar fyri tiltakinum við stuðli frá Norrøna Felagnum.
Jon Fosse skrivar á nýnorskum og hevur ein heilt serligan musikalskan skrivistíl við óvanligari teknseting og nógvum endurtøkum. Søgurnar ganga ofta fyri seg á norsku vesturstrondini og viðgera grundleggjandi tilveruspurningar sum kærleika og samleika, gud og deyðan, einsemi og menniskjaligu samveruna.
Jon Fosse (f. 1959) vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2015 fyri tríbindsverkið Andvake. Olavs draumar. Kveldsvævd. Í 2023 fekk hann heiðursløn Nobels í bókmentum m.a. fyri sjeybindsverkið Septologien. Harumframt er Jon Fosse viðurkendur leikrithøvundur, og leikir hansara hava verið spældir um allan heim.
Skaldsøgurnar Morgun og kvøld (útg. 2000) og Hvítleiki (útg. 2023) eru givnar út í føroyskari týðing í 2013 og 2024. Marna Jacobsen hevur týtt bøkurnar til føroyskt og Sprotin givið tær út.
Tíðspunkt
Ley. 16. november 2024, kl. 18.00
Longd
45 min
Høli
Høllin, Norðurlandahúsið
Mál
Skandinaviskt
SKRÁ BÓKADAGAR 2024
LEYGARDAGUR 16. NOVEMBUR
10.00 Um menniskju, fuglar og gud við Rán Flygenring (IS)
Framløga um kreativitet, Skálin
10.45 Vencil – eitt tíðarrit fyri skaldskap á føroyskum
Útgávutiltak – Vencil nr. 23, Dansistovan
11.00 Um veruleika, telduspøl og sagnir við Elini á Rógvi
Útgávutiltak – FORNT, Skálin
11.45 Tá dirvi svíkur við Agnete Hentze Pichotka
Útgávutiltak – Oyggin hjá teimum horvnu, Dansistovan
12.00 Vatnliting og myndprýðing við Lenu Nicolajsen – tilmelding á nlh.fo
Verkstova fyri roynd og óroynd, Norðurstova
12.00 Tær góvu lív við Rigmor Restorff Dam
Bókaframløga, Skálin
13.00 Týdningurin av týðing við Kim, Beini og Turið
Pallborð við FarLit, Skálin
13.45 Søgur úr Latínamerika við Mariannu Hoydal
Týðarasamrøða, Dansistovan
14.00 Um Heinesen og Laxness við Halldór Guðmundsson (IS)
Rithøvundasamrøða, Skálin
14.45 Stuttsøgur og stokkar við Føroysku Bókasøvnunum og Føroyar Lesa
Tak stokkarnar við, og bind, meðan søgur verða lisnar upp, Dansistovan
15.00 Marta, Marta við Marjuni Syderbø Kjelnæs
Rithøvundasamrøða, Skálin
15.45 Yrkingaupplestur við Rithøvundafelagnum
Nýggjar yrkingar, Dansistovan
16.00 Varðin og Høgni Mohr
Rithøvundasamrøða, Skálin
17.00 Dødsbo við Inger Smærup Sørensen (DK)
Rithøvundasamrøða, Skálin
18.00 Skaldskapur á heimsstøði við Jon Fosse (NO)
Rithøvundasamrøða, Høllin
SUNNUDAGUR 17. NOVEMBUR
10.00 Børn gera bøkur við Lenu Nicolajsen
Opin verkstova fyri børn, Skálin
10.30 Flytifuglar og Útnorðurheiðurslønin við Elini á Rógvi
Rithøvundasamrøða, Dansistovan
11.00 Svansa og sansa við Joan Waag Høgnesen
Søga og verkstova við Svansi-Bob, Klingran
12.00 Tekniverkstova fyri børn við Rán Flygenring (IS)
Vit tekna fuglar, álvar og eldgos, Norðurstova
12.30 Føroyskar barnabókarøðir við Helle, Marjuni og Rakel
Rithøvundasamrøða, Dansistovan
13.00 Svansa og sansa við Joan Waag Høgnesen
Søga og verkstova við Svansi-Bob, Klingran
13.30 Stuttsøgur og stokkar við Føroysku Bókasøvnunum og Føroyar Lesa
Tak stokkarnar við, og bind, meðan søgur verða lisnar upp, Dansistovan
14.00 Barnabio: Coco – tilmelding á nlh.fo
Ókeypis barnafilmur um familju, vinir og list, Høllin
15.00 Nú byrjar søgan
Søguleikhús fyri børn, Klingran
16.00 Nú byrjar søgan
Søguleikhús fyri børn, Klingran
Fyri familjur
LEYGARDAGUR & SUNNUDAGUR
10.00 – 16.00
Søguleikhús fyri børn
hvønn tíma, Klingran