Aðalfundur hjá Norrøna felagnum í Føroyum hin 22.03.2025, frásøgn

Fundurin varð hildin í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum. 16 fólk møttu.

Skrivari: Rakul í Gerðinum

 

1. og 2. Formaðurin bjóðar vælkomin, og val av orðstýrara og skrivara
Formaðurin beyð vælkomin, og segði frá, at fundurin var lógliga lýstur í bløðum, á facebook og í telduposti til limirnar. Síðani varð skotið upp, at Martin Næs varð valdur til orðstýrara og Rakul í Gerðinum til skrivara á fundinum. Uppskotið varð samtykt.

 

3. a. Ársfrásøgn fyri 2024-2025
Formaðurin segði frá tiltøkum o.ø. úr farna árinum.

Les Ársfrásøgn 2024 / 2025 her

3. b. Skrivarin leggur fram virkisætlan fyri 2025-2026
Skrivarin legði fram ætlaðu skránna fyri komandi virkisár felagsins.
Les Virkisætlan fyri 2025 / 2026 her

Sagt varð frá, at fíggjarligi styrkurin, sum er fingin til vega í fjør og røkkur fram til 2027, fer serliga til SoMe og líknandi fyri at gera felagið meira sjónligt millum fólk – kanska serliga ung.

Kjak um Hetlandstúr, sum ætlan hevur verið um í fleiri umførum, men, sum orsakað av høgum kostnaði, ikki er blivin til nakað enn. Ymiskar loysnir vóru í tí sambandi umrøddar, eitt nú at leiga flogfar saman við øðrum. Tó eingin niðurstøða hesum viðvíkjandi.

Ein viðm. var til pkt. 9 í virkisætlanini um at royna at bera so í bandi, at teir ráðharraráðsfundirnir, sum verða hildnir í Føroyum av tí at Danmark hevur formansskapin í 2026, verða lagdir afturat 75-ára stovningarhaldinum hjá Norrøna felagnum, sum eisini er í næsta ár. Fundurin var ikki avvísandi fyri hesum.

Spurt varð um hugskot frá fundarfólkinum um 75-ára hátíðarhaldið næsta ár. Hugkot vóru um alt frá lagkøku til tónleik, og um at eggja ungum fólkum til at gerast virkin í Norrøna felagnum, við t.d. at skipa fyri stuttfilmskapping fyri ung um hvat Norðurlond hava at týða fyri tey. Ein slík kapping kundi so endað við, at innkomnu filmarnir vórðu sýndir fram og vinnari funnin. Øll hugskot verða umhugsað.

Komið varð inn á, at altjóða støðan í løtuni hevur við sær, at samanhald og samstarv í Norðurlondum hevur undanrák.

Hugskot var frammi um, at fáa ung fólk, sum hava verið við Nord Plus at koma at siga frá sínum upplivingum. Hetta varð mett at kunna fáast í lag umvegis tær lærarar, sum varða av skipanini. Arbeitt verður víðari við hesum.

Ein fyrispurningur var um eina lund, sum er plantað við vatnið á Eiði í 1986, í sambandi við eitt vinabýarsamstarv, sum Eiðis kommuna var ella er partur av. Áhugi var fyri at kanna, hvør hevur ábyrgd av hesi lundini nú.

Síðani bleiv nógv tosað um viðarlundir:

  • Hugskot um at gera eina Norðurlandalund, t.d. í Havn.
  • Økið frá Hoydølum til Boðanes er friðað til planting hóast einki er plantað har enn.
  • Eingin viðarlund er í Sandoynni.
  • Íslendingafelagið hevur eina lund í Havn, har tey hittast viðhvørt.
  • Vígdis Finnbogadóttir tók stig til at planta eina Norðurlandalund í Íslandi, har eisini statsleiðarar hava plantað trø gjøgnum árini.

 

4. a. Skrivarin leggur fram ársroknskapin 2024
Roknskapurin varð góðkendur uttan viðmerkingar.
Les grannskoðaður ársroknskapur 2024 her

4. b. Skrivarin leggur fram fíggjarætlan fyri 2025-2027
Skrivarin greiðir frá Demos. Stuðul frá Demos er treytaður av, at fólk í tí organisatiónini, stuðul verður latin til, eru lønt. Vit hava fingið 3-ára stuðul, og hava tikið støðu til, at hann skal brúkast til “infrastrukturin” í felagnum.
Les fíggjarætlan fyri 2025-2027 her

 

5. Uppskot um viðtøkubroytingar
Spurnartekin var sett við “navnabroyting” í nýggju viðtøkunum. Í tí sambandi kom fram, at ætlaðu broytingarnar eru ikki eftirhugdar hjá løgfrøðingi. Semja var um, at tað skal gerast, áðrenn broytingarnar kunnu samtykkjast. Nógv kjak var í sambandi við ætlaðu viðtøkubroytingarnar:

  • Skúlar hava verið limir í Norrøna felagnum (tað er eisini vanligt í hinum Norðurlondunum).
  • Viðm. um, hvat ein “almenn” lýsing er? Fleiri onnur feløg farin frá tí, til bara at lýsa á heimasíðu felagsins og í telduposti (í samsvari við viðtøkur teirra), nýtast ikki at fara í smálutir við, hvat almenn støð eru í hesum sambandi.
  • Uppskot til skrá: Fyrr nógv tosað um beinleiðis val av forfólki (eisini fyri at fáa promenentar persónar at umboða felagið), hetta leggur smbrt. summum upp til, at forfólkið verður nógv meira serviserað, sum so aftur leggur meira arbeiði á skrivaran. Kann kortini geva meiri tyngd í úttalilsi frá felagnum.
  • Kunnu evt. fáa við í viðtøkurnar, at ynski er um ein “tungvektara” í stýrið til forfólkapostin.
  • Okkara forfólk arbeiðir á tveimum niveauum; einum fólksligum/gerandisligum og einum politiskum (lokalt og lands...).

GG! Viðv. roknskapinum, har hann er umrøddur í viðtøkunum: Ivamál er um orðingina “og/ella”, um tað er rætt í smb. við banka. Hetta skal eftirkannast hjá grannskoðara og banka. 

Viðm. um at gera orðingina viðv. seinastu freist at koma við uppskotum til aðalfundin til at vera eitt ávíst fast dato, t.d. 15. feb.

Viðm. um uppskot til broyting í smb. við evt. avtøku av felagnum, at ognir felagsins tá eiga at fara til tað málaráðið, sum til eina og hvørja tíð varðar av Norðurlandamálum.

Avgjørt var, at stýrið heldur fram at arbeiða við broytingaruppskotinum. Semja er um at taka viðtøkubroytingarnar upp aftur á næsta aðalfundi og fáa eina semju um broytingaruppskotið, eftir at stýrið hevur viðgjørt viðmerkingarnar, sum komu fram á hesum aðalfundinum.

 

6. Stýrisval
Eyrith Leyni Guttesen og Martin Næs stóðu fyri vali sum stýrislimir. Martin tók við afturvali, Eyrith valdi ikki at stilla upp aftur til stýrisval, og Rakul í Gerðinum varð vald í hennara stað. Aðalfundurin valdi Eyrith Leyni Guttesen, Katarinu Petersen og Brynhild Næs Petersen at vera tiltakslimir.

Sostatt er stýrið hetta: Torbjörn Nyström, Ásmundur Guðjónsson, Elsa Maria Magnussardóttir Olsen, Martin Næs og Rakul í Gerðinum.
Tiltakslimir: Eyrith Leyni Guttesen, Katarina Petersen og Brynhild Næs Petersen.

Stýrið skipar seg sjálvt við forfólki á næsta stýrisfundi. 

 

7. Val av grannskoðara og tiltaksgranskoðara
Undirtøka var fyri, at Menta heldur fram sum grannskoðari hjá Norrøna felagnum.

 

8. Limagjald
Limagjaldið er framhaldandi 200,- um árið fyri einstaklingar og feløg.
Stýrið skeyt upp, at ung undir 30 ár kunnu hava ókeypis limaskap. Tað varð samtykt.

 

9. Ymiskt
Einki nýtt varð umrøtt undir ymiskum.

 

Gestarøðari
Johan Strang var gestarrøðari. Hann er formaður í Norrønafelagnum í Helsinki og professari við Centre for Nordic Studies á lærda háskúlanum í Helsinki.
Eftir aðalfundin bar Johan Strang fram heilsan og segði frá arbeiðinum hjá norrønu feløgunum í Finnlandi.