Aðalfundurin viðgjørdi virkisskránna fyri komandi ár, og nógv uppskot vóru frammi. Westward Ho er t.d. 19. juli 2025

Spennandi komandi ár hjá Norrøna Felagnum

Aðalfundur felagsins var hildin 22. mars í góðum hýri við bronsj hjá Systrum aftaná. Á fundinum greiddi Johan Strang, sum er formaður í Foreningen Norden í Helsinki, frá um felagslívið í Finnlandi.

Aðalfundurin viðgjørdi virkisskránna fyri komandi ár, og nógv uppskot vóru frammi. Burtur úr rúgvuni av tiltøkum komandi ár kunnu vit nevna, at:

  • Vit halda fram at vitja viðarlundir
  • Farið verður ein dagstúr við Westward Ho
  • Vit ætla at gera eina roynd at fáa norðurlendska jólahugnan at virka aftur
  • Norðurmótið verður aftur í januar, og
  • Norðurlandadagurin er í mars

Tað serliga í ár verður tað stóra tiltakið ”Island, sum tað er” sum vit greiða frá í serstøkum tíðindaskrivi.

Nevndin fekk undirtøku fyri at gera ymisk tiltøk til tess at fáa fleiri ung við í felagið og samtykti, at ung undir 30 ár sleppa undan at gjalda limagjald.

Greitt var frá, at felagið er fíggjarliga styrkt við, at norðurlenska programmið “Demos” hevur játtað felagnum nakað av peningi í eitt trý ára skeið.

Í stýrinum fyri felagið sita nú Torbjörn Nyström, formaður, Ásmundur Guðjónsson, næstformaður og skrivari, Rakul í Gerðinum, Elsa Maria Magnusardóttir Olsen og Martin Næs, nevndarlimir.
Tilakslimir eru Brynhild Næs Petersen, Eyrith Guttesen Leyni og Katarina Petersen.

Stýrið í Norrøna Felagnum takkar Eyrith fyri áralanga arbeiðið í stýri felagsins.

 

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.