Ísland í Fokus
Stórfingin, áhugaverd og skemtilig vitjan úr Íslandi í heyst! Katrin Jakobsdóttir, fyrrverandi forsætisráðharri og mentamálaráðharri í Íslandi vitjar Norrøna felagið saman við formanninum í islendska Norrøna felagnum og ADHD felagnum Hrannar Arnarsson og Jógvani Hansen, skemtara og tónleikara, eisini kendur sum ”føroyingurin í Reykjavík”.
Í gaman og álvara koma tey trý at greiða frá og undirhalda áhoyraran um íslendingin, sum hann er og hevur tað í dag. Vit verða kunnaði um avbjóðingar tey ungu og eldri hava í íslendska vælferðarsamfelagnum. Vit koma at hoyra um íslendska mentan og list og um politikk og búskap. Og ikki minst um hvørjar væntanir íslendska fólki hevur til sína framtíð.
Tiltakið verður i Kringluni í Norðurlandahúsinum leygardagin 13. september 2025 kl. 14:00 til umleið 17:00.
Nærri fæst at vita seinni her á heimasíðu felagsins: norden.fo