Seinni viðarlundatúrurin í ár verður 6. septembur 2025. Mynd: Torbjörn Nyström

 

"Viðarlundir" er ein verkætlan fyri limir, har vit saman við ferðaleiðara vitja viðarlundir í Føroyum.

Seinni viðarlundatúrurin í ár er ein dagsútferð við bussi, sum er ásett at verða leygardagin 6. septembur 2025. Neyðugt er at melda til túrin og tað verður gjørt her (leinki ikki virkið enn).
Fyri at melda til er neyðugt, at tú ert innritað/ur.
Ikki skrásett/ur? Skráset teg her

Hvagar vit fara veldst um ættina. Um tað ikki viðrar, verður útferðin skotin út eina viku.
Kostnaðurin er kr. 200 fyri hvønn, og verður fluttur á kontu 6460 1532245 í Føroya Banki í.s.v. tilmelding. Minst til at viðmerkja navn.

Seinasta freist at melda til og gjalda er mánadagin 1. septembur.

Norrøna Felagið bjóðar okkurt til matna og drekka á túrinum. Vit enda umleið kl. 16:00.

Ferðaleiðari:
Tróndur G. Leivsson.
Dagfesting:
6. septembur 2025
Klokkan:
09.00 - 16.00 (umleið)

Nærri kunning kemur seinni. Fylgið við her á síðuni ella á okkara facebooksíðu.

 

 

Kalendari tiltøk

25 juni
2025

Nevndarfundur 2025-06-25

25 juni 2025 - 19:00 - Lützenstrøð 4, Tórshavn - Nevndin

19 juli
2025

Dagstúrur við Westward Ho

19 juli 2025 - 14:25 - Høgukei, Skálatrøð, Tórshavn - Limir

06 septembur
2025

Seinni viðarlundatúrurin í 2025 verður 6. septembur

06 septembur 2025 - 09:00 - Farstøðin, Tórshavn - Limir

13 septembur
2025

Ísland sum tað er

13 septembur 2025 - 14:00 - Norðurlandahúsið - Almennur

Farin tiltøk

Les farnar tiltøk her

 

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.