Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri stórfingin, áhugaverd og skemtilig vitjan úr Íslandi í heyst. Í gaman og álvara koma tey trý at greiða frá og undirhalda áhoyraran um íslendingin, sum hann er og hevur tað í dag.

 

Ísland í Fokus

Stórfingin, áhugaverd og skemtilig vitjan úr Íslandi í heyst! Katrin Jakobsdóttir, fyrrverandi forsætisráðharri og mentamálaráðharri í Íslandi vitjar Norrøna felagið saman við formanninum í islendska Norrøna felagnum og ADHD felagnum Hrannar Arnarsson og Jógvani Hansen, skemtara og tónleikara, eisini kendur sum ”føroyingurin í Reykjavík”.

Í gaman og álvara koma tey trý at greiða frá og undirhalda áhoyraran um íslendingin, sum hann er og hevur tað í dag. Vit verða kunnaði um avbjóðingar tey ungu og eldri hava í íslendska vælferðarsamfelagnum. Vit koma at hoyra um íslendska mentan og list og um politikk og búskap. Og ikki minst um hvørjar væntanir íslendska fólki hevur til sína framtíð.

Tiltakið verður i Kringluni í Norðurlandahúsinum leygardagin 13. september 2025 kl. 14:00 til umleið 17:00.

Nærri fæst at vita seinni her á heimasíðu felagsins: norden.fo

 

 

Kalendari tiltøk

25 juni
2025

Nevndarfundur 2025-06-25

25 juni 2025 - 19:00 - Lützenstrøð 4, Tórshavn - Nevndin

19 juli
2025

Dagstúrur við Westward Ho

19 juli 2025 - 14:25 - Høgukei, Skálatrøð, Tórshavn - Limir

06 septembur
2025

Seinni viðarlundatúrurin í 2025 verður 6. septembur

06 septembur 2025 - 09:00 - Farstøðin, Tórshavn - Limir

13 septembur
2025

Ísland sum tað er

13 septembur 2025 - 14:00 - Norðurlandahúsið - Almennur

Farin tiltøk

Les farnar tiltøk her