Føroyar eru vorðnar eitt sera áhugavert ferðamál hjá ungum norðbúgvum at vitja og arbeiða í.
Í seinastu viku savnaði Norrønafelagið norðbúgvarnar, sum í løtuni starvast ymsastaðni í Føroyum umvegis Norðjobb, til ein kunningartúr í Havn.
Tilsamans sekstan ungir norðbúgar tóku lut í kunningartúrinum; ein dani, tveir finnlendingar og trettan sviar.
Leiðin gekk úr Norðurlandahúsinum oman í Tinganes
Byrjað var við morgunmati í nýggja matstaðnum Titu í Norðurlandahúsinum. Tey ungu fingu eisini eina rundvísing í húsinum, har greitt var frá søguni og dagliga virkseminum hjá Norðurlandahúsinum í Føroyum.
Síðani var gingið oman í Listasavnið, har Norðjobbararnir fingu eina skikkaða rundvísing í føroyskari list, sum starvsfólk á savninum segði teimum frá.
Eftir steðgin í Listasavninum varð hildið fram at ganga oman gjøgnum viðarlundina og heilt oman á Vaglið, har tey vitjandi fingu innlit í okkara demokratisku stovnar. Túrurin endaði við, at gingið varð oman á Reyn og út í Tinganes har tey fingu vitan um henda søguliga staðin.
Norðbúgvanir hugnaðu sær á ferðini og nutu høvið at práta við hvønn annan, tí tey kendust ikki frammanundan. Og so fingu tey eisini eitt sindur at vita um okkara samfelag.
Norðjobb
Tiltakið Norðjobb eru árstíðarbundin størv í Norðurlondum, sum geva ungum norðbúgvum møguleika at søkja summarstørv, vetrarstørv ella onnur árstíðarbundin størv í øllum Norðurlondum.
Við Norðjobb ber til at vinna sær virðismiklar arbeiðsroyndir og serstakar møguleikar at uppliva eitt av grannalondunum. Norðjobb arbeiðir fyri at økja um mobilitetin á norðurlendska arbeiðsmarknaðinum og økja um vitan um mál og mentan í Norðurlondum.
Myndir










Norrønafelagið savnaði norðbúgvarnar, sum í løtuni starvast ymsastaðni í Føroyum umvegis Norðjobb, til ein kunningartúr í Havn tann 21. juni 2025.