Hvagar varð farið at leita eftir pengum til grønari Norðurlond ?

 

Á fjølmenta Norðurmótinum á Reinsarínum í Havn, 6. januar í ár, var ein fjølbroytt og drúgv skrá har norðurlendskt starv og samstarv var til gjølla viðgerð.

Tvey av okkara landsstýrisfólkum tóku lut, landsstýrismaðurin í norðurlendskum samstarvsmálum, Bjarni K. Petersen, og landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, sum eisini hevur drúgvar og áralangar royndir í norðurlendskum, politiskum høpi. Báðir greiddu væl og virðiliga frá leiklutunum í tí norðurlendska arbeiðinum og hvat vit kunnu vænta okkum komandi tíðina.

Í hesum sambandi heldur Norrøna Felagið, at tað er vert at gera vart við, at serliga tvær viðmerkingar frá landsstýrismonnunum, vóru verdar at steðga á við. Báðar av mentanarligum slag.

Høgni Hoydal segði um málspurningin í norðurlendska samstarvinum:

« Tað málsliga er ein avbjóðing. Enskt fær yvirhond...»

Og um mál og mentan segði Bjarni K. Petersen:

« Mentan og mál eru niðurraðfest...»

Sum eitt felag, ið upprunaliga er eitt mentanarfelag í breiðasta týdningi, og er sett á stovn fyri at røkja mál- og mentanarspurningar herundir eisini samstarv bæði í Føroyum og millum Føroyar og grannalondini, kann Norrøna Felagið ikki sita tigandi og lurta eftir tveimum so álvarsomum útsagnum.

Fyri bara nøkrum fáum árum síðan skuldi, eisini í norðurlendskum samanhangi, nógv orka leggjast í tann grøna politikkin, men ikki við nýggjum pengum. Útreiðslur til grønari Norðurlond skuldu takast innanhýsis. Hvagar varð farið at leita eftir pengum? Inn á mentanarøkið!

Í dag verður nógv tosað um tað, at vit í Norðurlondum, í framtíðini, í felag, skulu verja okkum ímóti fíggindanum. Spennandi verður at vita um játtanirnar fara at hækka í hesum sambandi, ella um farið verður at skera meiri av mentanini?

Er tað hetta sum Norrønu Feløgini ynskja?

Fyrr arbeiddu Norðurlond saman um mál og mentan, nú skulu tey standa saman um grønt og verju – kanska upp á kostnað av mentanini! Er hetta rætt, og er tað hetta sum Norrønu Feløgini ynskja?

Tí spyr Norrøna Felagið í Føroyum limirnar: er tað rætt at tað grøna samfelagið og verjupolitikkurin í Norðurhøvum verður mentur upp á kostnað av máli og mentan í Norðurlondum?

Er svarið yes, kunnu Norrønu Feløgini í Norðurlondum pakka saman!

Er svarið no, mugu Norrønu Feløgini í Norðurlonum taka seg saman!

 

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.