Dorit Hansen, ritstjóri á mentanarritinum Varðanum, hevur samrøð við rithøvundurin Jon Fosse á Bókadagar 2024. Mynd NLH

Tað er fríggjakvøld og kavarok í Havn. Á Tjóðpallinum er næsta sýning av leikritinum hjá norska nobelskaldinum, Jon Fosse (1959). 

Frumframførslan var í gjárkvøldið, og tá hevur salurin óivað klappað skaldið upp á pallin, hugsaðu vit.

Frálíkur leikur. Ómetaliga væl spældur og settur upp og ikki minst hugsaður. Tær longu tagnirnar ímillum summar replikkir mynda leikin í stórum stíli. Tær eru við at geva okkum eina heild, sum virkar 100 %. Stillisligi tónleikurin sum kemur og fer, ger tað sama við okkum – og so tað geniala tjaldið í tjaldinum – alt skapar ein stemning, og tískil situr áskoðarin har allatíðina, sum bíðar hann eftir bussinum, ið ongantíð sæst koma, men sum kortini bæði kemur og fer.

Sýningin er av, og eg fari ikki her at siga, hvørjum ‘Sonurin’ endar við. Eg kann bara staðfesta, at tað er einki løgið í tí, at Jon Fosse í fjør, sum fyrsti norðmaður síðan 1928, tá ið Knut Hamsun fekk somu virðisløn, hevur fingið bókmentavirðisløn Nobels. Tað, sum harafturímóti tykist løgið, er, at Hans Tórgarð ikki fyri langari tíð síðan hevur fingið okkara egnu Mentanarvirðisløn Landsins. Eftir henda leik má Hans standa einsamallur og ovastur á listanum hjá tilmælisnevndini.

...

Í myrkrinum á veg út av Tjóðpallinum mundi eg dottið um ein lágvaksnan, fámæltan mann við grásprongdum hestahala. Rithøvundurin hevði sjálvur sitið á næstaftasta rað og eygleitt bæði leik og áskoðarar. Og hann var týðiliga væl nøgdur.

«Det var fint, det!» segði hann ovurfegin, og so hvarv hann aftur um leiktjaldið og út í kavarokið.

 

Seinni tá ið eg hitti hann á máli fortaldi hann mær, hvussu glaður hann var at síggja bøkur á føroyskum eftir vinmann sín, íslendingin Gyrðir Elíasson (1961), liggja mitt í bókarúgvuni í Norðurlandahúsinum. Eg fekk ikki stýrt mær, og segði honum, hvør týðarin var, og tá gjørdist gleðin ikki minni.  

Teir hava kent hvønn annan, líka síðan teir í 1983, vóru á rithøvundaskeiði á Biskops Arnø í Svøríki. Síðan tá hava báðir fingið Norðurlendsku Bókmentavirðislønina, Gyrðir í 2011 og Jon Fosse í 2015, og nú hevur Fosse, sum sagt fingið Nobelvirðislønina í 2023.

Eg haldi, at tað var ikki eiti á vitjan, sum Bókadagarnir 2024 høvdu á skránni hesuferð. Uttan at taka nakað frá nøkrum øðrum var norska vitjanin hæddarpunktið á skránni. Sjálvur segði Fosse, at hann hevði havnað nógvum innbjóðingum alla møguliga staðni úr heiminum hetta seinasta árið, men tá ið hann hoyrdi um eina innbjóðing úr Føroyum, segði hann ‘ja’ við brestin. 

Tað er ikki á hvørjum degi, vit hava eitt nobelskald í býnum.

Stóra tøkk øll tit, sum gjørdu hetta møguligt, fyrst av øllum Marna Jacobsen við sínum frálíku týðingum, Sprotin, Norðurlandahúsið, Bókadagarnir, Tjóðpallurin og ikki minst Norrøna Felagið við sínum jaliga stuðli.  

 

Martin Næs

 

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.