Norðurlond klára ikki at gerast heimsins mest integreraða región innan 2030. So avgjørdur
var Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri á Norðurmótinum tann 6. januar, sum Norrøna Felagið
skipaði fyri. Hetta hóast fimm ár eru til 2030. Hesi orð fullu í samrøðu millum Rógva
Olavsson og Høgna Hoydal um framtíðarútlit fyri norðurlendska samstarvið.
Í 2019 staðsettu norðurlendsku stjórnarleiðararnir eina visión, sum hevur sum mál at innan
2030 skuldu norðurlond verða tann mest integreraða og burðardygga regiónin í heiminum. Síðan 2019 hava Norðurlandaráðið og serstakliga Ráðharraráðið gjørt hópin burtur úr visiónini, bæði politiskt og eisini fíggjarliga við at umraðfesta í norðurlendsku fíggjarætlanini, har tað «grøna» hevur fingið nógvan pening.
4 vísutøl
Hóast visiónin byggir á tvær súlur, so er tað burðardygga mett at verða nógv týdningarmiklari enn integratiónin. Til tess at fylgja gongdini í visiónsarbeiðnum hevur ráðharraráðið valt 45 indikatorar – vísutøl, men harav eru bert 4, sum fylgja við hvussu gongst við integratión. Tey 4 vísutølini fevna um:
- Flyting av fólki millum Norðurlondini,
- pendling millum londini,
- handil landanna millum og til seinast
- innflutningur av mentunarvørum frá hinum londunum.
Í seinastu útgávu av «Nordisk Tidskrift», 2024 hefti 3, viðgera fyrrverandi stjórin fyri Nordregio Kjell Nilsson og Janne Vikstrøm, projektchef í Hanaholmen hvussu tað gongst við integratiónini við at hyggja eftir hesum 4 vísutølunum. Migratiónin millum londini var størst í 2011 og er fallin síðani. Í 2021 var hon á sama støði sum í 1992, sum var tað lægsta nakrantíð. Pendlingin vaks í árunum 1997- 2008 í einamest í Oyrasundregiónini, men er steðgað upp og er í 2023 á sama støði sum í 2010. Viðvíkjandi handli so hevur innflutningurin frá hinum londunum ligið millum 20- 24 %, men hevur fallandi tendens. Í Danmark, Finnlandi og Svøríki var innflutningurin av mentunarvørum frá hinum norðurlondum 20,1 % av samlaða innflutninginum av slíkum vørum. Hetta talið var 31,7 % í 2004. Teirra niðurstøða er púra greið: Visiónin um at Norðurlond skulu gerast mest integreraða regiónin í heiminum hevur alstórar avbjóðingar. Tey peika á Norðurlendska Ráðharraráðið og tess niðurraðfesting av integratiónini, sum eina orsøk til at støðan er so vánalig.
Eitt nýtt samstarv
Men aftur til Norðurmótið. Hóast Høgni Hoydal var dapurskygdur viðvíkjandi integratiónini so vísti hann á, at tað kortini er við at uppbyggjast eitt samstarv millum norðurlond, sum ikki hevur verið fyrr. Tað snýr seg um samrøður á hernaðarliga økinum um kreppur og tilbúgving. Orsøkin til hesar samrøður er kríggið í Ukraina og at Finnland og Svøríki eru farin upp í NATO. Hetta síðsta skapar sjálvsagdar møguleikar fyri tættari samstarvi á hernaðarliga økinum.
Norðurlendskur friður?
Í somu útgávu av «Nordisk Tidskrift» kemur Johan Strang, professari í Center for Nordenstudier í Helsinki inn á hetta evni og spyr hvat tann norðurlendski friðurin bleiv av?
Norðurlond eru kend fyri at verða friðarelskandi tjóðir, og til tíðir reypa sær av, at ikki at hava verið í kríggi hvør við annan í yvir 200 ár. Gjøgnum aktivan leiklut í ST og í triðja heiminum eru Norðurlond vorðin kend fyri at at verða globalur aktørur fyri friði.
Men nýggjar tíðir skapa eitt nýtt «Norden». Í 1990unum byrjaði broytingin av Norðurlondum við at viðurkenna seg sum partur at Vesturheiminum og uttanveltaði politikkurin tilsvarandi niðurtónaður. Í Danmark segði Anders Fogh Rasmussen til dømis, at Danmark ongantíð aftur skuldi stilla seg uttan fyri «stríðið millum demokrati og diktatur». Sum úrslit av sokallaðu Stoltenberg frágreiðingini var verjusamstarvið Nordefco stovnað í 2009.
Í dag hevur hesin tendensur tikið dik á seg og hóast hernaðardubbing og tilbúgving ikki eru heimahoyrandi í norðurlendska samstarvinum, so vísur tað seg at temaið upptekur norðurlendskar politikarar almikið. Norðurlandaráðið hevði ráðstevnu um temaið á Hotel Føroyum í 2024.
Johan Strang endar við at siga, at tað hevur týdning at vit taka lut í dagsins spurningum um verjusamstarv, men at vit skulu eisini royna at seta hetta í ein kontekst har vit spyrja, hvat tað er, vit vilja at Norðurlond skulu standa fyri.
Johan Strang kemur at luttaka á Norðurlandadegnum 22. mars.
Myndir
-
Norðurmót 202520250106 04x1440
Samstarvið í Norðurlandaráðnum, Kristina Háfoss, stjóri í NorðurlandaráðnumNorðurmót 2025
Samstarvið í Norðurlandaráðnum, Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum -
Norðurmót 202520250106 07x1440
Samstarvið í Norðurlandaráðnum, Kristina Háfoss, stjóri í NorðurlandaráðnumNorðurmót 2025
Samstarvið í Norðurlandaráðnum, Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum -
Norðurmót 202520250106 09x1440
Samstarvið í Norðurlandaráðnum, Jóhan Dahl, limur í NorðurlandaráðnumNorðurmót 2025
Samstarvið í Norðurlandaráðnum, Jóhan Dahl, limur í Norðurlandaráðnum -
Norðurmót 202520250106 12x1440
Samstarvið í Norðurlandaráðnum, Erling Eidisgaard, limur í NorðurlandaráðnumNorðurmót 2025
Samstarvið í Norðurlandaráðnum, Erling Eidisgaard, limur í Norðurlandaráðnum -
Norðurmót 202520250106 14x1440
Samstarvið í Ungdómsins Norðurlandaráð, Jóhannis Erlendsson, limir í UNR præsidiumNorðurmót 2025
Samstarvið í Ungdómsins Norðurlandaráð, Jóhannis Erlendsson, limir í UNR præsidium -
Norðurmót 2025 Samstarvið í Útnorðurráðnum, Henrik Old, limur í føroysku sendinevndini20250106 16x1440Norðurmót 2025 Samstarvið í Útnorðurráðnum, Henrik Old, limur í føroysku sendinevndini
-
Norðurmót 202520250106 20x1440
Samrøða um framtíðina hjá norðurlendska samstarvinum
Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri og Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingurNorðurmót 2025
Samrøða um framtíðina hjá norðurlendska samstarvinum
Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri og Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur -
Norðurmót 202520250106 21x1440
Ásmundur Guðjónsson, næstformaður Norrøna FelagiðNorðurmót 2025
Ásmundur Guðjónsson, næstformaður Norrøna Felagið -
Norðurmót 202520250106 23x1440
Ásmundur Guðjónsson, næstformaður Norrøna Felagið, Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri og Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingurNorðurmót 2025
Ásmundur Guðjónsson, næstformaður Norrøna Felagið, Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri og Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur -
Norðurmót 202520250106 25x1081
Samrøða um framtíðina hjá norðurlendska samstarvinum
Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri og Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingurNorðurmót 2025
Samrøða um framtíðina hjá norðurlendska samstarvinum
Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri og Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur -
Norðurmót 202520250106 30x1081
Ásmundur Guðjónsson, næstformaður Norrøna Felagið, Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri og Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingurNorðurmót 2025
Ásmundur Guðjónsson, næstformaður Norrøna Felagið, Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri og Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur -
Norðurmót 202520250106 35x1081
Samrøða um framtíðina hjá norðurlendska samstarvinum
Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri og Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingurNorðurmót 2025
Samrøða um framtíðina hjá norðurlendska samstarvinum
Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri og Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur -
Norðurmót 202520250106 45x1081
Samstarvið í Norðurlendska Ráðharraráðnum, Gunvør Balle, limur í nordisk samarbejdskomité (NSK)Norðurmót 2025
Samstarvið í Norðurlendska Ráðharraráðnum, Gunvør Balle, limur í nordisk samarbejdskomité (NSK) -
Norðurmót 202520250106 49x1081
Samstarvið í Norðurlendska Ráðharraráðnum, Gunvør Balle, limur í nordisk samarbejdskomité (NSK)Norðurmót 2025
Samstarvið í Norðurlendska Ráðharraráðnum, Gunvør Balle, limur í nordisk samarbejdskomité (NSK) -
Norðurmót 202520250106 50x1081
Samstarvið í Norðurlendska Ráðharraráðnum, Bjarni Kárason Petersen, samstarvsráðharriNorðurmót 2025
Samstarvið í Norðurlendska Ráðharraráðnum, Bjarni Kárason Petersen, samstarvsráðharri -
Norðurmót 202520250106 54x1081
Samstarvið í Norðurlendska Ráðharraráðnum, Bjarni Kárason Petersen, samstarvsráðharriNorðurmót 2025
Samstarvið í Norðurlendska Ráðharraráðnum, Bjarni Kárason Petersen, samstarvsráðharri -
Norðurmót 202520250106 56x1081
«Identity matching», Nicolai Mohr Balle, Talgildu FøroyarNorðurmót 2025
«Identity matching», Nicolai Mohr Balle, Talgildu Føroyar -
Norðurmót 202520250106 60x1081
Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum spyr Nicolai Mohr Balle, Talgildu FøroyarNorðurmót 2025
Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum spyr Nicolai Mohr Balle, Talgildu Føroyar -
Norðurmót 202520250106 63x1081
Nordisk Genbank, Tróndur Leivsson, stjóri BúnaðarstovanNorðurmót 2025
Nordisk Genbank, Tróndur Leivsson, stjóri Búnaðarstovan -
Norðurmót 202520250106 67x1081
Nýtt og gott frá NORA, Jákup Sørensen, serligur ráðgevi NORANorðurmót 2025
Nýtt og gott frá NORA, Jákup Sørensen, serligur ráðgevi NORA -
Norðurmót 202520250106 70x1081
Málkunngerðin 2024, Jørgen Meitilberg, Almanna- og mentamálaráðiðNorðurmót 2025
Málkunngerðin 2024, Jørgen Meitilberg, Almanna- og mentamálaráðið -
Norðurmót 202520250106 73x1081
Norrøna Felagið í 2025, Ásmundur Guðjónsson, næstformaður Norrøna FelagiðNorðurmót 2025
Norrøna Felagið í 2025, Ásmundur Guðjónsson, næstformaður Norrøna Felagið