OBS FULLTEKNAÐ
Tí ber ikki til at melda seg til beinleiðis, men møguleiki er at skriva seg á ein bíðilista. Tað gert tú við at ringja til Ásmund tel 214844 ella teldupost
OBS FULLTEKNAÐ
Melda til
Avmarkað pláss eru. Neyðugt er at melda til túrin. Tað gert tú við at ringja til Ásmund tel 214844 ella teldupost
Túrurin er fyri limir í Norrøna Felagnum og gestir. Prísir: limir kr 250,- og gestir kr 500,- Pengar verður fluttur á kontu 6460 1532245 í Føroya Banka.
Túrin er treytað av at veðrið er til vildar.
Slupptúrur
Bara tvinnar sluppir eru eftir av teimum meira enn 100 sluppunum, føroyingar keyptu úr Stóra Bretlandi frá 1870–unum og fram. Onnur er Johanna í Vági við havnakenningartekni TG 326, og hin er Westward Ho í Tórshavn við havnakenningartekni TN 54.
Vit fara avstað leygardagin 18. juli kl 10:00, Sluppin Westward Ho liggur undir skeiva pakkhúsið. Skiparin fer har veðrið er best.
Miðmálin verður borðreiddur sum buffet, líka sum í fjør. Drykkivørur verða at fáa.
Vit verða aftur á havnini í seinasta lagi kl 17:00
- Dagfesting:
- Leygardagin 18. juli 2026
- Stað:
- Høgakai, Skálatrøð, Tórshavn.
- Klokkan:
- 10:00
- Prís limir:
- Kr. 250,-
- Prís gestir:
- Kr. 500,-
- Konto:
- 6460 - 1532245
Nærri kunning kemur seinni. Fylgið við her á síðuni ella á okkara facebooksíðu.