Dagstúrur við Westward Ho runt Sandoynna tann 19. juli 2025
Bara tvinnar sluppir eru eftir av teimum meira enn 100 sluppunum, føroyingar keyptu úr Stóra Bretlandi frá 1870–unum og fram. Onnur er Johanna í Vági við havnakenningartekni TG 326, og hin er Westward Ho í Tórshavn við havnakenningartekni TN 54.
Um tað ikki viðrar, verður túrurin 9. august í staðin.
Túrurin er fyri limir í Norrøna Felagnum, kostnaðurin er kr. 250 fyri hvønn, og verður fluttur á kontu 6460 1532245 í Føroya Banka. Minst til at viðmerkja navn. Børn 15 ár og yngri sleppa ókeypis við.
Norrøna Felagið bjóðar okkurt til matna og drekka á túrinum. Vit enda umleið kl. 17:00.
Ikki lim/ur?
Ert tú ikki limur enn, kanst tú skrásetta teg sum lim her
Melda til
Neyðugt er at melda til túrin. Tað gert tú her
- Ferðaleiðari:
- Verður kunngjørt seinni.
- Dagfesting:
- 19. juli 2025
- Stað:
- Høgakai, Skálatrøð, Tórshavn.
- Klokkan:
- Tíð verður kunngjørd seinni.
Nærri kunning kemur seinni. Fylgið við her á síðuni ella á okkara facebooksíðu.