OBS !!

Í farin tiltøk kanst tú lesa farnar tiltøk.
Farin tiltøk er ikki longu aktuell.

Norrøna Felagið í Føroyum kallar limirnar til aðalfundar leygardagin 22. mars 2025 kl. 10.30, í Norðurlandahúsinum, Norðari Ringvegur 14, Tórshavn.

Fundarskrá

Skrá sambært viðtøkum felagsins. Bert limir, ið møta á aðalfundi, hava atkvøðurætt.
Fundarskrá við viðmerkingar kunnu limir lesa her
Virkisætlan við kalendari fyri Norrøna Felagið 2025 - 2026 er her
Figgjarætlan fyri Norrøna Felagið 2025 - 2027 er her
Uppskot viðtøkur fyri Norrøna Felagið er her

Vinaliga rita inn fyrst

Uppskot frá limir

Uppskot frá limir til mál at leggja fyri aðalfundin og uppskot til forkvinnu/mann og starvsnevndarlimir skulu verða nevndini í hendi 8 dagar áðrenn aðalfundin t.v.s. í seinasta lagi fríggjadagin 14. mars 2025.

Heitt verður á allar limir okkara um at møta fjølment leygardagin 22. mars 2025 kl. 10.30.

Aftaná

Eftir aðalfundurin bjóðar felagið ábit.

Nevndin hevur bjóðað formanninum í Norrøna Felagnum í Helsinki, Johan Strang, sum eisini er professari á Center for Norden studier á Universitietinum í Helsinki, henda vegin og kemur hann at greiða okkum eitt sindur frá Norrøna feløgunum í Finnlandi.

Hann kemur somuleiðis at hava eitt innlegg um norðurlendskt samstarv á Norðurlandadegnum sum verður hildin sama dag kl 15 í Perluni.

 

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.