OBS !!

Í farin tiltøk kanst tú lesa farnar tiltøk.
Farin tiltøk er ikki longu aktuell.

Kom og hoyr tveir granskarar greiða frá teirra sjónarmiðum um Norðurlond í dag, og hvat framtíðin kann hava við sær.

Søgur um Norðurlond og hugsjónin um heimsins mest sameinta øki

Eru vit á veg móti størri norðurlendskari sameining ella eru vit í veruleikanum við at flyta okkum longur burtur frá visjónini um heimsins mest burðardygga og sameinta øki í 2030?
Hvussu samsvarar søgan vit kenna um Norðurlond við framtíðar geopolitiska veruleikan, har Arktis er vorðið ein sterkur økismiðdepil?

Kom og hoyr tveir granskarar – Johan Strang, professari úr Finnlandi og Bergur Djurhuus Hansen, dekanur – greiða frá teirra sjónarmiðum um Norðurlond í dag, og hvat framtíðin kann hava við sær.

Eitt panel við millum annað Bjarna K. Petersen, samstarvsráðharra og Onnu Falkenberg, fólkatingslimi, fara at kjakast um avbjóðingar og møguleikar í norðurlendska samstarvinum í eini tíð, har heimurin, sum vit kendu hann, broytist við risaferð.
Orðstýrari er John Johannesen.

Nær
Leygardagin 22. mars kl. 15.00-17.00
Hvar
Perlan, Tórsgøta, Tórshavn
Hvør
Tiltakið er alment og ókeypis
Tilmelding
Ikki er neyðugt við tilmelding

Tiltakið er fyriskipað av :

 

Norðurlandadagur

Norðurlandadagur er 23. mars. Tað merkir, at tað í ár eru 63 ár síðani Helsingforssáttmálin varð undirskrivað. Helsingforssáttmálin verður eisini kallað grundlógin fyri norðurlendska samstarvið.

23. mars er sambært kunngerð almennur flaggdagur. Dagurin verður kallaður Norðurlandadagur eftir sum Helsingfors-sáttmálin, ið er grundarlagið fyri norðurlendska samstarvinum, varð undirskrivaður henda dagin í 1962.

Norrøna Felagið fer í hesum sambandi vinarliga at heita á stovnar, kommunur og virkir um henda dagin at flagga við øllum teimum norðurlendsku fløggunum um tað kann lata seg gera.

 

 

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.