Norrønafelagið á viðarlundaferð í "Viðarlundini á Tungu" í Miðvági 31. mai 2025. Mynd: Torbjörn Nyström

Leiðin gekk vestur eftir, tá limir í Norrøna Felagnum fóru á ársins fyrsta viðarlundatúr í góðveðrinum í Vágum og Vestmanna. Við Tróndi G. Leivsson, stjóra á Búnaðarstovuni, sum ferðaleiðara varð farið við bussi úr høvuðsstaðnum fyrrapartin.

Vatnsoyrar

Fyrsta steðgistað var við Vatnsoyrar, har trø eru plantað í einum øki yvir av Vága floghavn og í økinum rundan um leguhúsið Zarepta. Talan er um tvær ymiskar verkætlanir, ið ikki hava samband við hvørja aðra. Lendið og aðrar ytru ørsakir hava tarnað vakstrarlíkindunum í tí eina økinum og í hinum økinum hava nøkur trø muga lútað fyri útbygging. Men tað ger ikki lundirnar minni áhugaverdar.

Viðarlundin á Tungu

Í Miðvági er ein hampiliga stór viðarlund nærindis kirkjuni og gamla býlinginum, sum verður nevndur “við Kirkjar”. Har eru nógv ymisk sløg av trøum, og seinastu árini er eitt umfatandi arbeiði gjørt við at røkta lundina. Millum annað er ein girðing laðað úr gomlum greinum, sum fyrst og fremst hevur til endamáls at økja um lívmargfeldið í viðarlundini, men eisini er eitt gott stað hjá fólki at seta seg at lurta eftir fuglaljóði.

Viðarlundin á Abbreyt

Nakað ovarlaga í Sandavági er somuleiðis ein viðarlund við sínum mongu trøum, tí góða útsýninum og síni serligu søgu. Felags fyri allar viðarlundirnar, vit vitjaðu á hesum túrinum eru, at tær eru lutfalsliga nýggjar í føroyskum viðarlundahøpi, tað vil siga, at fyrstu trøini eru sett niður í 1970-unum og 1980-unum. Har afturat er stigtakanin til hesar nýggjaru viðarlundirnar av fólksligum slag, har einstaklingar ella áhugabólkar av ymiskum orsøkum hava sett sær fyri at planta trø í nærumhvørvinum.

Viðarlundin í Vestmanna

Ferðin endaði í viðarlundini í Vestmanna, sum byrjaði at taka skap í 1989, tá allir skúlanæmingar fingu sítt egna træ at seta niður í økinum omanfyri ítróttarhøllina. Og enn veksur viðarlundin á hvørjum ári við eins nógvum trøum sum fyrsta floks næmingum. Tað merkir eisini, at meira lendi er í fleiri umførum játtað at planta á.
Viðarlundir sum heild, eru við sínum plantuvøkstri við til at økja um trivnaðin hjá fugli og smákyktum, og eisini tað er til gleði hjá so mongum.

Matur og drekka

Við til ein slíkan túr, ið varir frá morgunstundini til nakað eftir middag, hoyra eisini matur og drekka. Vit steðgaðu í hugnaliga “Fiskastykkinum” í Sandavági at fáa okkum miðmála í søguliga økinum har, og í Vestmanna fingu vit okkum ein góðan kaffimunn í “Fjørukrónni” innast í bygdini.

Vitan um skógrøkt í Føroyum

Veðrið var sum bílagt, turt og fyri tað mesta sól, og ikki fyrr enn vit høvdu sett okkum í bussin og leiðin gekk aftur til Havnar fór at dropa.
Við einum ferðaleiðara sum Tróndi, ið hevur holla vitan um skógrøkt og gróðurseting í Føroyum, sum millum annað stavar frá hansara arbeiði við at menna og granska føroysku viðarlundirnar í meira enn 25 ár, fer ein væl klókari heim aftur eftir eina dagsferð sum hesa.

Norrøna Felagið fer aftur á viðarlundatúr 6. septembur í ár. Eisini tá verður tað veðrið, ið ræður fyri, hvagar leiðin gongur.

 

Myndir