Rátt vald er við at máa støðið undan reglubundnu heimsskipanini. Tí mugu Norðurlond í nógv størri mun standa saman á heimspallinum, heldur enn sum átta smáríki.
Eftir Hrannar Arnasson, Lars Barfoed, Maiken Poulsen Englund, Pyry Niemi og Torbjörn Nyström forfólk í Norrønu feløgunum í ávikavist Íslandi, Danmark, Álandi, Svøríki og Føroyum.
Seinastu 100 árini hava vit sæð, at tá heimurin verður ótryggur, vinnur tankin um norðurlendskt samstarv frama. Sannleikin er tíverri eisini, at norðurlendska samstarvið í alt ov nógv ár er trýst afturum og viðfarið sum ein viðfáningur.
Ótryggleiki í heiminum hevur aftur nú fingið norðurlendska samstarvið á breddan. Tí skulu vit lofta momentum og tryggja okkum, at áður ótroyttir møguleikar at skipa eitt meira bindandi norðurlendskt samstarv ikki endurtaka seg. Orsøkin er einføld: Stóru avbjóðingarnar fyri okkara viðkomandi í framtíðini – millum annað uttanríkispolitikkur, trygd, umhvørvi, orka, flutningur og menningin í Arktis – kann einki av okkara londum loysa einsamalt. Tískil mugu vit í nógv størri mun handla sum sameindir norðurlendskir statir.
Frá fleiri hundrað ára fíggindaskapi til felags virði
Norrøn feløg vórðu sett á stovn eftir fyrra heimskríggj sum úrslit av tørvinum á friði og felagsskapi. Fyri 100 árum síðan var als eingin vissa fyri, at eitt norðurlendskt samstarv fór at festa røtur. Økið var merkt av hjálandaveldi og sínámillum kríggi; summi av londunum vóru nýbornir statir og onnur stríddust fyri loysing. Kortini vaks tankin. Og í dag er úrslitið ein felagsskapur við átta londum við felagsvirðum, sum hava lagt lunnar undir eitt hitt mest støðufasta, friðarliga og vælstillaða økið í heimssøguni. Heiminum tørvar sameind norðurlond, ið kunnu ganga á odda og veita altjóða íblástur á fleiri leiðum.
Men hóast politikarar mangan hava nógv gott at bera norðurlendskum samstarvi, hevur gongdin higartil víst nakað annað. Seinastu áratíggjuni hevur samstarvið vikið fyri øðrum samstørvum og er tískil í veruleikanum viknað. Úrslitið er, at norðurlendska samstarvið fyllir munandi minni í dag, enn tað gjørdi um aldarskiftið. Til dømis hevur tað norðurlendska samstarvið ein starvsfólkahóp, sum einans telur 120 fólk, meðan ES ræður yvir fleiri enn 32.000 starvsfólkum, ið eru sett at mynda og útinna politikk.
Undir koronukreppuni gjørdist hendan gongdin við fleiri ára niðurraðfesting serliga greið, og endin varð, at norðurlendska samstarvið als ikki stóð sína roynd, tá á stóð.
Norðurlond við ótroyttum møguleikum
Men gongdin kann vendast. Á sama hátt sum tað fyri 100 árum síðani eydnaðist at broyta fíggindaskap til felagsskap, ber til hjá okkum í dag at skapa ein nýggjan og sterkari norðurlendskan leiklut í heiminum. Samlað hava norðurlond ein av heimsins størstu búskapum, og økið er væl fyri í sambandi við umhvørvi, mannarættindi, sosialan tryggleika og samferðslukervi. Møguleikarnir eru risastórir – hava vit dirvið at troyta teir.
Norðurlendska grundlógin skal nútíðargerast
Tá vit í Norrønu feløgunum argumentera fyri einum sterkari og meira bindandi norðurlendskum samstarvi, snýr tað seg um at skapa eitt samstarv, ið hóskar til tann veruleikan, vit eru í.
Skulu norðurlond megna at handfara heimsfarssóttir, umhvørviskreppuna, orkuveitingina, trygdarpolitikkin og framtíðar flóttafólkastreymar við nógv størri virkisorku og vera kappingarfør mótvegis USA og Kina, er tað treytað av, at Helsingforsavtalan – ”grundlógin” hjá norðurlendska samstarvinum – verður nútíðargjørd, so vit hava tíðarhóskandi karmar at virka undir.
Hendan nútíðargerðin skal millum annað tryggja, at Grønland, Føroyar og Áland fáa sjálvstøðugan sess í samstarvinum, og at politisk høvuðsøki, sum í dag liggja uttanfyri norðurlendska samstarvið, gerast natúrligur partur av tí.
Samstundis eiga vit at umhugsa, á hvønn hátt, vit skulu styrkja norðurlendska felagsskapin millum fólk. Felags ríkisborgaraskapur, felags samleikaprógv og pass, er ein háttur at styrkja norðurlendska felagsskapin og felags samleika okkara. Harafturat eigur Norðurlandaráðið at stovnseta eitt «annað kamar», ið verður valt við beinleiðis vali fjórða hvørt ár. Tað kann vera við til at knýta Norðurlond nærri at hvør øðrum, vera við til at skapa eitt felags-norðurlendskt almenni og veita samstarvinum eitt sterkari fólkaræðisligt støði.
At enda krevst ein uppgerð við semjuprinsippið í Norðurlandaráðnum og Ráðharraráðnum. Í alt ov nógv ár hevur ein einstøk stjórn kunnað forða fyri framstigum, og tað ger í veruleikanum tað, at tann, sum vil minst, avger mest. Kanska eiga tey londini, sum vilja ganga fremst, at fáa møguleika til tess – uttan vanda fyri, at onnur forða hesum.
Verjusamstarvið: Beinleiðis prógvið
Eitt dømi um, at tankin um nærri norðurlendskt samstarv ikki einans er hugsjónarligur, síggja vit við norðurlendska verjusamstarvinum. Í dag arbeiða norðurlendsku loftflotarnir sambært visjónini um sameindar atgerðir – hini sonevndu nordic air commander´s intent. Innan fá ár, skulu tey kunna standa fyri einum sameindum loftflota, har londini ikki einans samstarva, men geva sínámillum bindandi boð yvir landamørk.
Ovastarnir í norðurlendsku flogherliðunum eru fyri hesi menningini, tí teir meta, at tað styrkir verjuna í einstøku londunum. Hetta prógvar, at norðurlendskt samstarv ikki einans er romantikkur, men eitt ítøkiligt amboð til fyrimuns fyri hvørt einstakt land.
Sameind Norðurlond
Hesin logikkurin eigur eisini at vera galdandi fyri onnur øki. Norðurlond skulu handfara heimsfarssóttir, umhvørviskreppuna, orkuveitingina, trygdarpolitikkin og framtíðar flóttafólkastreymar við nógv størri virkisorku enn higartil. Her eru norðurlond ikki ein kappingarneyti hjá ES ella Nato, men ein styrki fyri Evropa sum heild.
Alt hetta ber okkum fram til grundleggjandi spurningin: Hvat vilja vit við Norðurlondum? Heimurin er í eini rembingartíð. Reglubundna heimsskipanin er undir trýsti og í vanda fyri at verða loyst av av ráum valdi. Vilja vit verja og breiða tey virði út, sum eyðkenna okkum – fólkaræði, javnvirði, álit og rættarstatin – so noyðast vit at standa nógv sterkari saman enn vit gera í dag.
Skulu Norðurlond vera meira enn ein kaffiklubbi, krevst politiskt dirvi, visjónir og ein uppgerð við smáríkjalyndið. Vit skulu í nógv størri mun binda okkum til at taka avgerðir sum tann valdsfaktorurin, vit í felagsskapi kunnu vera.
Hrannar Björn Arnarsson, formaður í Norrøna felagnum í Íslandi
Lars Barfoed, formaður í Norrøna felagnum í Danmark
Maiken Poulsen Englund, forkvinna í Norrøna felagnum í Álandi
Pyry Niemi, formaður í Norrøna felagnum í Svøríki
Torbjörn Nyström, formaður í Norrøna felagnum í Føroyum