Frá vinstru: Camilla Ingebrigtsen, Freya Roe, Ida Steiner, Nahuel Halager og Andreas Salomonsson

Virðislønin sum vantaði

”Nordjobb var klárt tann besta tilnevningin.” Hetta sigur næstformaðurin í Ungdommens Nordiske Råd, Andreas Salomonsson. Niðanfyri greiðir hann frá, hvørjar tankar dómsnevndin gjørdi sær, tá ið tey gjørdu av, at lata Nordjobb virðislønina, ið nevnd verður Norðurlendska Unglingavirðislønin.

Tá ið Ungdommens Nordiske Råd (UNR) fyrr í ár gav ta allarfyrstu Norðurlendsku Unglingavirðislønina, varð hon latin Nordjobb, sum í meira enn trý áratíggju hevur tikið sær av ungum norðbúgvum, sum hava ynskt at arbeiða og búgva í einum øðrum norðurlendskum landi.

Niðanfyri tosa vit við næstformannin í UNR, Andreas Salomonsson, um hví júst Nordjobb fekk ta fyrstu virðislønina. Andreas er sjálvur limur í dómsnevndini.

  

Virðislønin sum vantaði

Hugskotið um eina unglingavirðisløn kom í vár, næstan sum upp úr ongum í einum kjatt-boðum, greiðir Andreas frá.

”Norðurlandaráðið hevur í nógv ár latið virðislønir til mentan og samfelag, men tær eru sum heild veittar til tey vaksnu. Tað er ein rúgva av ungmannafelagsskapum, ið gera eitt stórt arbeiði, fyri at halda lív í tí norðurlendska samstarvinum – uttan at nakar gevur hesum gætur.”

Tey seinnu árini hevur UNR styrkt um sína støðu, fingið álitisváttanir frá Norðurlandaráðnum, og fingið sett fleiri starvsfólk.

”Vit vilja brúka henda møguleikan, sum veruliga kann styrkja tey ungu. Hvussu fáa vit fleiri at taka lut í at styrkja tað norðurlendska samstarvið, og hvussu gera vit hetta, so tað sæst aftur?» Svarið var ein virðisløn – hugsað av ungum, til tey ungu.

   

Opin tilnevning

Tilnevningartilgongdin var opin hjá øllum tó ikki  limafeløgunum hjá UNR. Tey tilnevndu kundu vera persónar, verkætlanir ella feløg.

Heilt tíðliga í tilgongdini var Nordjobb eitt av uppskotunum, sigur Andreas Salomonsson.

«Á tí fyrsta fundinum var skjótt greitt, at Nordjobb fór at verða ein av teimum góðu tilnevningunum. Talan er um eina væleydnaða ætlan innan tað norðurlendska samstarvið. Nordjobb hevur heilt einfalt broytt lívið hjá mongum ungum, og hevur elvt til sínámillum fatan millum tey ungu í Norðurlondum.»

  

Ætlan sum virkar

Hjá Andreasi er norðurlendskt flytføri nógv meira enn bara eitt politiskt hugtak. Hetta er ítøkiligt gagn og lívlong upplivan hjá fleiri túsund ungum. Í sínum starvi í UNR hevur hann ferðast nógv og upplivað nógvar forðingar, ið framvegis eru; umsitingarligir trupulleikar, lestrarkort sum ikki eru galdandi millum londini og aðrar marknaføringar.

   

Ein felagsskapur ið eigur at hjúklast um

Hjá Andreasi er tað júst tann norðurlendski felagsskapurin, sum eggjar honum til.

«Hetta er heilt sjáldsamt. Søguliga sæð eru landspartar ofta lagdir saman við at kríggj hava herjað ella hjálandapolitikkur hevur valdað, men í Norðurlondum hava vit megnað at skapa ein friðarligan, frívilligan og mentanarligan felagsskap.»

Hjá Andreasi snýr tað seg um at gera greitt, at tey ungu eru miðdepilin í hesum felagsskapinum. 

«Vit gera nógv, men tað er sjáldan, at tað sæst aftur. Virðislønin skal vísa, at parturin hjá teimum ungu liggur ikki eftir -  og hetta kann fáa fleiri við.

  

Um Nordjobb

Nordjobb miðlar stutttíðarstørv millum ung fólk í Norðurlondum. Verkætlanin er meiri enn 40 ára gomul og verður umsitin av norrønu feløgini.

Meira kann lesast um verkætlanina her: www.nordjobb.org.


   

  

Greinasavn

Í greinasavninum kanst tú lesa søguligt tilfar og aðrar eldri greinar, frágreiðingar, framløgur v.m.

GREINASAVN / ARKIV