Jákup í Skemmuni hevur vunnið norðurlendska týðaravirðisløn

 

Í gjár var greitt, at føroyski Jákup í Skemmuni fær norðurlendsku týðaravirðislønina hjá Letterstedtska felagnum. 

Við upphæddini 100.000 svenskar krónur, er hetta ein av størstu norðurlendsku týðaravirðislønunum.

Letterstedtska felagið, sum var stovnað í 1875, er ein felagsskapur fyri norðurlendskt samstarv og er møguliga elsta felag av hesum slag.

Endamálið við týðaravirðislønini hjá Letterstedtska felagnum er at viðurkenna dygdargóð týðaraavrik, sum hava avgerandi týdning fyri mentanarkunning millum fólk í Norðurlondum.

Við at lata Jákupi í Skemmuni ársins týðaravirðisløn, vil Letterstedtska felagið løna Jákupi fyri, í mong ár, at hava arbeitt við at týða norðurlendskar bókmentir til føroyskt. Við týðaravirksemi sínum ríkar hann føroysku mentanina við bókmentaligum røddum úr øllum Norðurlondum, staðfesta tey í Letterstedtska felagnum.

Sjálvur sigur Jákup í Skemmuni seg vera takksaman fyri stóru viðurkenningina, sum hann heldur vera eina váttan um, at onnur kunnu njóta væl av hansara týðingum, og at hann við sínum starvi er við til at breiða norðurlendskar bókmentir út. 

Í Norrøna felagnum í Føroyum ynskja vit Jákupi hjartaliga til lukku við væl uppiborna heiðrinum. 


  

  

  


 

Greinasavn

Í greinasavninum kanst tú lesa søguligt tilfar og aðrar eldri greinar, frágreiðingar, framløgur v.m.

GREINASAVN / ARKIV

We use cookies

Henda heimasíðan brúkar farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja at heimasíðan riggar sum hon skal, og kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.