Kári Mortensen fekk norðurlendska herðaklappi 2024

Norðurlendska Herðaklappið varð á norðurlandadegnum, 23. mars – givið Kára Mortensen.

Tað er Norrøna Felagið í Føroyum, sum gevur herðaklappið. Herðaklappið verður givið persónum ella felagsskapum, ið hava gjørt nakað serligt fyri annaðhvørt at gera vart við Føroyar í Norðurlondum ella Norðurlond í Føroyum.

Grundgevingin fyri at geva Kára Mortensen herðaklappið var soljóðandi:

” Kári hevur í nógv ár verið sera virkin í norðurlendska samstarvinum innan sítt øki, som er orkupolitikkur. Ótroyttiliga hevur hann arbeitt fyri at gangnýta ta vitan, sum liggur í norðurlendska orkusamstarvinum til at leggja lunnar undir føroyskan orkupolitik.

Somuleiðis hevur hann verið dugnaligur og áhaldandi í at staðseta orkuverkætlanir í Føroyum sum eru fíggjaðar av Norðurlendska ráðharraráðnum.

Kári er ein nordistur. Hann hevur brennandi áhuga fyri norðurlendska samstarvinum og í føroyskum høpi er hann ein eldsál sum altíð er til reiðar at tosað norðurlendska samstarvið upp og sær møguleikarnar vit føroyingar hava at gangnýta samstarvið við okkara brøðrafólk.
Ein fyrimynd sum Norrøna felagið vil heiðra við at geva honum eitt herðaklapp”.

Hetta er níggjandu ferð, Norrøna felagið gevur norðurlendska herðaklappið.

Hesi hava fingið Norðurlendska Herðaklappið frá Norrøna Felagnum:

  • 2015: Ragnar Jacobsen, útvarpsvertur
  • 2016: Leif Sørensen, kokkur
  • 2017: Torbjörn Nyström, stigtakari sv-fø orðabók
  • 2018: Sissal Kj. Kristiansen, sniðgevi
  • 2019: Kórsamband Føroya
  • 2020: - ongin handan
  • 2021: Þóra þóroddsdóttir og Martin Næs, týðarar
  • 2022: - ongin handan
  • 2023: Sláið Ring, landsfelag føroyskum dansi at frama